- Landsverk mælir í Samferðsluætlanini 2018-2030 til, at rundkoyring verður gjørd á Kambsdali, og í 2019 var kostnaðarmetingin millum 2 og 3 miljónir krónur, sigur Bárður á Lakjuni.

Løgtingsmaður mælir til rundkoyring á Kambsdali

Bárður á Lakjuni spyr nú landsstýrismannin í samferðslumálum, Dennis Holm, um rundkoyring og ferðslutrygd á Kambsdali.

- Landsverk mælir í Samferðsluætlanini 2018-2030 til, at rundkoyring verður gjørd á Kambsdali, og í 2019 var kostnaðarmetingin millum 2 og 3 miljónir krónur, sigur Bárður á Lakjuni.

Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður, hevur sett landsstýrismanninum í samferðslumálum, Dennisi Holm, skrivligan fyrispurning um rundkoyring og ferðslutrygd á Kambsdali.

 

Hann vísir á, at í Samferðsluætlanini 2018-2030 verður sagt nakað um vegamót á Kambsdali, har Landsverk mælir til, at rundkoyring verður gjørd. Víst verður á, at tvær vegíbindingar eru inn á Kambsdal í dag, og at tað hava verið fleiri ferðsluóhapp við bæði vegamótini.

 

Landsverk mælir í Samferðsluætlanini 2018-2030 til, at rundkoyring verður gjørd, og at kostnaðarmetingin av hesum í 2019 er 2-3 miljónir krónur.  

 

- Sambært tí, ið upplýst verðurí Samferðsluætlanini, so átekur Fuglafjarðar kommuna sær at gera javnfjaru vegirnar, soleiðis at verandi vegíbindingar verða stongdar.

 

Løgtingsmaðurin sigur, at nógv ferðsla er á Kambsdali. Nógv hundraðtals ungfólk ferðast í skúla í bili og bussi, og haraftrat er Kambsdalur karmur um eitt sera stórt og virkið vinnulív, sum hevur nógva og tunga ferðslu við sær.

 

- Eisini er Fuglafjarðarvegurin einasti vegur til og úr Fuglafirði, sum umframt sínar fleiri enn 1600 íbúgvar eisini hýsir sera nógvum vinnuvirkjum.

 

Bárður á Lakjuni vísir á, at alt vinnuvirksemi førir við sær nógva ferðslu – ikki minst tunga ferðslu.

 

- Ferðslan var stór, tá Samferðsluætlanin 2018-2030 varð gjørd, og hon er sannlíkt bara vaksin síðan tá, og tí átti orsøkin at verið tess størri til at fáa framt hesa verkætlan, heldur løgtingsmaðurin, sum setir landsstýrismanninum hesar spurningar:

 

1.  Liggur í kortunum at fremja verkætlanina við rundkoyring á Kambsdali?

 

2. Um so er, nær er ætlanin at fáa tað gjørt?

 

3. Í 2019 varð mett, at kostnaðurin fyri eina rundkoyring var 2-3 miljónir krónur. Hvat kostar hetta í dag?

 

4. Hvussu høgur er óhapstíttleikin á Fuglafjarðarvegnum – kanska serliga á strekkinum við Kambsdal í mun til á øðrum vegastrekkjum í landinum?

 

5. Hvussu fer ein rundkoyring á Kambsdali at ávirka ferðslutrygdina á vegastrekkinum?

 

 

 

- Landsverk mælir í Samferðsluætlanini 2018-2030 til, at rundkoyring verður gjørd á Kambsdali, og í 2019 var kostnaðarmetingin millum 2 og 3 miljónir krónur, sigur Bárður á Lakjuni.