Loftferðsla uttan kapping

Firouz Gaini
??????

Í tí føroyska vinnulívinum hava vit, sum blaðstjórin í Vinnutíðindum eisini hevur sagt, tvíbýtt monopol í nógvum vinnugreinum, t.v.s. at einans tveir stórir aktørar eru á marknaðinum; til dømis innan telesamskifti, bankavirksemi, trygging og ølbrygging. Sama var galdandi í loftferðsluni, líka til Maersk gavst at flúgva til Føroyar í 2004. Best hevði verið at havt nógvar aktørar á marknaðinum, tvíbýtt monopol er til at liva við, men rein monopolstøða er ikki ynskilig.
Flestøll fegnast sjálvandi um framgongdina hjá Atlantic Airways, at felagið veksur og opnar nýggjar flogrutur, men tað er púra burturvið, at ein (apex) ferðaseðil til Keypmannahavnar skal kosta umleið 3.400 krónur í 2005. Felagið hevur skund, nú skulu ferðafólkini fíggja stórar verkætlanir, og kappingarneytar haldast langt vekk. Prísirnir eru farnir upp, hóast sagt varð, at teir helst fóru niður. Ein (retur) ferðaseðil úr London til Kina kostar tað sama sum ein Føroyar-Danmark-ferðaseðil hjá Atlantic Airways! Og fyri somu upphædd kann ein fara einar 3-5 ferðir úr Keypmannahavn til London. Vónandi kemur okkurt íslendskt, danskt, norskt, ella annað flogfelag, at kappast við Atlantic á Føroyarutuni, tí tað eru vanligu ferðafólkini (tey, ið betala úr egnum lumma), sum eru tapararnir sum støðan er nú.
Príspolitikkurin hjá Atlantic er eisini alt annað enn rættvísur. Hvør er komin við tí tápuliga hugskotinum, at tvey fólk skulu noyðast at ferðast saman fyri at fáa lækkaðar ferðaprísir? Og hvussu ætlar Atlantic at verja, at tilboðini hjá teimum mangan bara eru galdandi fyri ferðir annan vegin, til dømis til Danmarkar á jólum (og ikki til Føroyar)? Eg skilji væl, at felagið ynskir at fylla flogførini, men er hetta ikki samstundis at halda ferðafólkini fyri gjøldur? Er tað yvir-høvur lógligt?
Vit kunnu bara sita og vóna at í minsta lagi eitt av hesum fer at henda skjótt: At Atlantic viðgongur, at umleið 3.400 og 2.600 krónur fyri ávikavist apex- og vikuskiftisferðir til Danmarkar, er alt ov dýrt. At annað felag tekur kappingina upp við Atlantic. At ferðafólk fáa almennan studning til at sleppa av landinum. Í eini framkomnari tjóð eigur at vera lætt at sleppa til og úr landinum. Og tað er ikki galdandi fyri Føroyar anno 2005.