Logikkur fyri....?

Jenis av Rana

Blaðmaður Sosialsins tosaði í vikuskiftinum við løgregluna um álvarsliga tilburðin, tá ungur maður varð stungin við knívi. Niðanfyri loyvi eg mær at endurgeva úr práti teirra:

...í nátt varð løgreglan í Havnini boðsend í Vesturbýin í Havn, har ein hending ímillum tveir ungar dreingir fekk álvarsligar avleiðingar. Tað endaði við, at ein 17 ára gamal drongur var stungin so illa við knívi, at annað lunga punkteraði...

Eftir at hava greitt frá at illgruni var um, at brennivín var uppi í (og hetta er síðani staðfest), kemur løgreglan til hesa niðurstøðu um virksemi sítt:

- Vóru brennivín og rúsevni ikki, høvdu vit næstan klárað okkum við einum telefonsvarara.

Í gjár, mánadagin, hoyra og lesa vit so í fjølmiðlunum, frá løgreglu og øðrum, at vegna hesa og aðrar líknandi hendingar man rættast vera at banna ???? knívum!
Hvør tosaði um fleiri PISA kanningar?