Logisk hava tey ongantíð verið

Johan Samuelsen

Nú um dagarnar boðaði løgmaður frá í Sosialinum, at somikið rúmsátt var í landskassanum, at hvør landsstýrismaður hevði fingið møguleikan at nýta hugflogið og koma við tveimum eyka uppskotum til bata fyri vanliga føroyingin og fáa tey samtykt av verandi samgongu. Hetta ljóðar sum søtur tónleikur í oyrunum hjá teimum flestu, skuldi ein trú – tí hóast tað gongur ófatuliga væl í okkara samfelagi í løtuni, bæði vinnuliga, sosialt o.s.fr. , enntá við yvirskoti á fíggjarlógini annað árið á rað, so dyrka fjølmiðlarnir saman við andstøðuni pr. definitión oftast tað ringa.
Henda fráboðan var sannur gloypibiti hjá Tjóðveldinum – og nú skuldi rumblast, so tað forsló. Maður og kvinna tóku penn í hond, og fóru alt fyri eitt at niðurgera uppskot løgmans við eini blanding av fíggjarligum ábyrgdarloysi, opnum húsi í Tinganesi, valfleski og øðrum góðum, sum borðreitt varð við – hetta var tað føroyingar kunnu vænta sær, fíggjarligt skilaloysið stuðlað av sjálvum løgmanni! Nú skuldi smíðast meðan jarnið var heitt, bæði av leikum og lærdum – ein týðilig mistonkiliggeran av løgmanni skuldi nú setast á skinnarar, sum ábyrgdarloysingur í fíggjarmálum, hóast løgmaður ikki nevndi við einum orði í umtalaðu grein, hvat ið hesi uppskot komu at kosta í síðsta enda, ella um tey í heila tikið komu at kosta nakað sum helst. Men tað hevði minni at siga – nú var tjansurin har at koma við nøkrum, sum var viðvirkandi til at seta løgmann í ringt ljós, og spurt varð í tinginum við Anitu á Fríðriksmørk og Torbjørn Jacobsen sum framherjum, og lesarabrøv trutu heldur ikki!
Men hvør er veruleikin og álvarin um hesa pátiknu umsorgan tjóðveldismanna um brúk av almennum pengum? Tey, sum øll vóru so sára samd um, saman við restina av fullveldissamgonguni, at varðveita blokkin í 4 ár, og tóku við opnum ørmum ímóti næstan 1 milliard (1000 mill.!) úr danska statskassanum á hvørjum ári, meðan tey sótu í Tinganesi. Ongin í fullveldissamgonguni mutaði ímóti hesum donsku pengum, og fyrrverandi tjóðveldisfíggjarmálaráðharin Karstin Hansen reypaði bæði í tíð og ótíð um tað “stóra” bragd at seta góðar 2 milliardir inn í Landsbankan at standa ímóti við, sum tað so bragdliga varð tikið til, meðan restin av donsku ríkisveitingini bleiv brúkt, sum vanligt. Men at tað vóru perudanskar milliardir, sum fluttar vóru frá Holmens kanal í Keypmannahavn og í Landsbankan í Gongini í Havn, tað dulgdi Karsten sum mansmorð! Men einaferð kom tann dagur, at fullveldissamgongan skuldi møta veljarans dómi. Og at fara út og hava sløsað kanska bestu búskaparár frá 1998 – 2002 í landsins søgu, við methøgum fiskaprísum, rokfiskiskapi flestu árini, lágum oljuprísum, søguligari lágari rentu o.s.fr., burtur, og púrt onki at hava gjørt við fullveldisspurningin hesi 4 árini í Tinganesi, tað bar snøgt sagt ikki til! So nú mátti handlast í óðum verkum! 366 mill. av donsku ríkisveitingini blivu karvaðar av í einum, í seinastu fíggjarlógini, sum tað stýrið samtykti. Og bara tí seinastu, meðan samgongan tók gleðiliga ímóti donsku pengunum øll hin árini og spældi “fullveldissamgonga” við donskum pengum! Sjálvt Dario Fo kundi ikki gjørt tað so tragikomiskt! – Og sum hetta ikki var nógmikið! Stutt eftir hetta varð lopið frá ábyrgdini og upptakinum, sum aðrir tíbetur megnaðu! Ongin hevði so mikið sum gjørt sær nakra sum helst konsekvensberokning, eitt nú í vælferð og trygd hins einstaka, av hesum niðurskurði. Skommin varð fullkomin fyri hetta sokallaða “fullveldisstýri”, um ikki bara okkurt sum líktist einum “nationalum bragdi” varð framt, so hetta var funnin fressur – nú kundi nationala skinnið varðveitast á nøsini og nationala (myrka)spælið halda áfram! Einaferð enn lótu føroyingar seg lumpa av tjóðskaparligum fjákalótum, sum púrt onki høvdu upp á seg politiskt, uttan læntar fjarðar við einum veti av nationalum smyrsli! Í 100 ár hevur tjóðskaparspurningurin megnað at verið eitt lættkeypt “hitt” hjá útspekuleraðum livibreyðspolitikkarum, og spurningurin er so, fer sami leikur við nationalari torvmold í eyguni hjá føroyingum at endurtaka seg einaferð enn, nú vit kenna valdagin komandi ár?
366 mill. var tá rópt eitt tjóðskapparligt bragd – ongin Torbjørn ella Anita tosaðu um fíggjarligt ábyrgdarloysi ta ferðina! Men nú Jóannes Eidesgaard tosar um nakrar batar fyri føroyska fólkið, uttan at renna nakað um koll fíggjarliga, nú er allur Tjóðveldisflokkurin á gosi! Nei, teimum so líkt, so hevur Tjóðveldisflokkurin ongantíð havt áhuga fyri dagliga lívinum hjá føroyinginum, men hava tey altíð valt at sita og gorra uppi undir stíggjunum, og lata aðrar gera neyðuga arbeiðið fyri vælferð og trivnað fólksins.
Logisk hava tey ongantíð verið.