Lok á motori datt av undir flúgving í USA

Eitt flogfar av slagnum Boeing 737-800 hjá Southwest Airlines noyddist í gjár at venda aftur, tá eitt lok á einum motori datt av og rakti annan veingin á flogfarinum

 

Sunnudagin fekk eitt flogfar av slagnum Boeing 737-800 hjá Southwest Airlines trupulleikar, tá flogfarið var á veg úr Denver til Houston.

 

Meðan flogfarið var á flogi, datt eitt lok - ella eitt deksil - av motorinum og rakti annan veingin á flogfarinum.

 

Loftferðslumyndugleikarnir í USA fara nú at kanna hendingina, veit tíðindastovan CNN at siga.

 

Eftir hendingina vendi flogfarið aftur til Denver. Flogfarið var komið uppi í hæddina, tá lokið reyk av motorinum.

Ferðafólkini, sum vóru í flogfarinum, sum noyddist at venda aftur, fóru avstað í øðrum flogfari og vórðu seinkað í einar tríggjar tímar.

 

Sambært CNN vil Boeing ikki gera viðmerkingar til hendingina og vísir til flogfelagið, Southwest Airlines.

 

- Vit harmast um seinkingina, men trygdin hjá okkara ferðafólkum og starvsfólkum hava okkara fremstu raðfesting, sigur flogfelagið.