Hanus Vang
Eitt tað sjónligasta slagorðið til býráðsvalið í Tórs-havnar Kommunu er:
TÓRSHAVN - FYRST og FREMST!
Hvør er sanna meiningin við hesum orðum?
Man hon vera at tá Havnin hevur fingið øll síni hugsandi ynskir uppfylt, fer kanska onkur moli at falla til bygdirnar í Tórshavnar Kommunu?
Ein gomul søga er um tá stuttligir havnarmenn býttu fisk:
Tú ein lítlan ? Eg ein stóran. Eg ein stóran og tú ein lítlan! Og soleiðis var alt býtið.
Útfrá mínum Hoyvíksroyndum av at koma undir Býráðið í Havn, haldi eg at áðurnevnda slagorð er tað sannasta íð sagt er av Býráðnum nakrantíð.
Hyggja vit eftir Tórshavnar Kommunu er hon 17 býir/bygdir:
Tórshavn
Kalbak
Kalbaksbotnur
Sund
Hvítanes
Hoyvík
Argir
Syðradalur
Norðadalur
Kollafjørður
Oyrareingir
Signabøur
Kirkjubøur
Velbastaður
Hestur
Koltur og
Nólsoy.
Yvirlitið er sett upp sum kommunan er vaksin.
Sjálvandi er Havnin munandi stórst av hesum plássum, men meiningin við stórkommununi kann ikki vera at tær sekstan bygdirnar einans skullu gjalda kommunuskatt til at brúka í Havn.
--------
Fleiri valevni skriva um hvussu Havnin skínur og framhaldandi skal skína. Tað er gott. Men her er mismunur galdandi.
Hesi valevni kundu fari ein túr inn á Sund, Sandvíkahjalla og í Sandvíkar at hugt eftir hvussu baksíðan "skínur".
Eisini kundu tey fari ein túr eftir gøtunum í Hoyvík og kunna seg um hvussu "væl" tær verða hildnar.