Lokalt sjálvræði!

Ætlanir í føroyskum politikki tykjast at vera, at fleiri og fleiri uppgávur, ið hava verið landspolitiskar, verða lagdar út til kommunurnar at umsita, nevnast kunnu barnaansingarøkið og eldrarøktin.

Orsøkin til at slíkar uppgávur verða lagdar út er tann, at landsins myndugleikar hava sæð í eyguni, at slíkar uppgávur verða best loystar lokalt.


Fortreytir fyri trivnaði

Fyri at fáa fólk at støðast og trívast í kommununi mugu fleiri avgerandi viðurskifti, umframt barnaansing og eldrarøkt, vera í lagi. Nevnast kunnu íbúðarviðurskifti, skúlaviðurskifti, lækna- og heilsurøktarviðurskifti, frítíðarviðurskifti sum mentan og ítróttur.

Hetta eru tænastur, ið eru nær tengdar at einum sterkum vinnulívi.


Blómandi vinnulív =

blómandi samfelag

Vinnulív og trivnaður eru ringrás, ið treyta hvørt annað. Hetta skal skiljast á tann hátt, at nevndu treytir mugu nøktast fyri at fáa støðuga arbeiðsmegi til vinnulívið. Hinvegin má eisini eitt sterkt vinnulív til fyri at uppfylla hesar treytir.

Kommunan hevur ábyrgd av at skapa karmar fyri vinnulívi og trivnaði. Karmar fyri vinnulívinum eru í hesum føri at syrgja fyri, at burðardygg vinna fær ment seg: At hóskandi byggiøki eru tøk, at havnarviðurskifti eru í lagi osfr.


Gull og grønar skógir

Undan einum vali verða nógv gylt lyfti givin, fyri síðani at verða brotin. Hetta er ábyrgdarleyst. Kommunan er tyngd av skuld, tí má íløgupolitikkurin verða skilagóður og rætt prioriteraður. Lappaloysnir og projekt, ið liggja í hálvakortum, er ikki nóg gott. Vit mugu hava dugnaligar og ábyrgdarfullar politikarar, ið kunnu prioritera skilagott og eisini tora at siga nei tá tað krevst.


Jórun Høgnesen,

valevni Tjóðveldisfloksins til býráðið

í Klaksvík