Loksins vann B36 á Skála

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hjálparvenjarin hjá B36, Jákup á Borg fegnast um, at loksins kom ein sigur ímóti Skála til høldar

Hetta kappingarárið hevur Skála verið eitt "Bogey team" hjá B36. Í enskttalandi heiminum merkir "Bogey team" eitt lið, sum er ringt at sigra á, og tað hevur B36 ásannað ímóti Skála aftaná 0-1 tap, og ein 1-1 javnleik, sum bleiv bjargaður heilt ímóti dystarenda.

 

Tí er hjálparvenjarin hjá B36, Jákup á Borg fegin um, at hansara menn loksins megnaðu at knekka koduna, og fingu fult ímóti Skála við einum 2-0 sigri á Skála í dag. Jákup á Borg heldur ikki, at tað sá líka vakurt út allan dystin, men vóru klárir í bæði verjupartinum og í álopspartinum, og tað bar heim. Ikki minst Róaldur Jakobsen traðkaði í karakter í dag, og skeyt bæði málini. Nú eru teir í B36 seks stig frammanfyri HB í kappingini um fjórða plássið, og komandi vikuskiftið fer B36 eftir sigrinum í grannauppgerðini ímóti HB, so evropeiskur fótbóltur aftur kann verða á skránni hjá felagnum komandi kappingarár.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við Jákup á Borg, aftaná Jákup á Borg hevði sæð sínar menn vunnið 2-0 á Skála.