Longd fyrireikingartíð til FM í inniróðri

- Vit hava útsett FM í inniróðri, so innirógvarnir hava betur tíð at koma í venjing , sigur Magni Brøðraberg.

Seks føroyskir luttakarar luttóku í Heimsmeistarakappingini í inniróðri í Boston í síðstu viku. Hóast úrslitini vóru avbera góð, var formaðurin í Róðrarsamband Føroya Jan Herman Hansen ikki nøgdur við luttøkuna í úttøkukappingini, sum varð hildin 11. Januar. Einans fimm innirógvarar luttóku í úttøkukappingini. Jan Herman Hansen nevndi millum annað, at kappingin lá ov tíðliga í mun til venjingina hjá føroysku kappróðrarmanningunum, sum av álvara byrjar í januar. Hetta hevur Magni Brøðraberg tikið til sín. Hann er nevniliga fyriskipari av óalmennu FM-kappingini í inniróðri, sum ber heitið Formula-kappingin.

- Luttakaratalið til einstaklingakappingarnar er eisini fallandi í Fomula-kappingini. Í ár hava vit koyrt kappingina tvær vikur inn í mars, til tess at geva rógvarunum møguleika at koma í betur venjing, sigur Magni Brøðraberg.

Liðkappingin er væl umtókt

Hóast luttakaratalið til einstaklingakappingarnar er fallandi, er liðkappingin hinvegin væl umtókt.

- Liðkappingin hevur altíð verið væl umtókt. Her er ikki talan um nakra stórvegis afturgongd ella framgongd, sigur Magni Brøðraberg.

Liðkappingin er ein stafett, har seks rógvarar skulu rógva 500m hvør. Stafettin fer fram sum ein jagtstartur, har manningarnar verða settar í gongd alt eftir, hvussu aldurin og vektin er á manningini. Ofta er stórur spenningur til síðsta tak, og manningarnar sleppa veruliga at royna seg sum toymi. Hóast liðkappingin er væl umtókt millum kappróðrarmanningarnar, viðmælir Magni Brøðraberg manningunum at eisini raðfesta einstaklingakappingina.

- Einstaklingakappingin gevur einum rógvara nógv Hann kann læra nógv av hesum. Sjálvandi kunnu øll ikki vinna. Men hetta snýr seg eisini um at betra seg, og tað er á tí grundarlagi, at mann skal luttaka, sigur Magni Brøðraberg. Hann avdúkar, at Formula-kappingin møguliga verður broytt.

Eldri innirógvarar skulu eisini luttaka

Ein møgulig broyting í óalmennu FM-kappingini verður, at fleiri eldri bólkar eisini verða við, eins og vanligt er í eitt nú HM- og DM-kappingini.

- Her er talan um innirógvarar millum 50 og 70 ár. Møguliga eldri enn hetta. Fleiri eldri innirógvarar brúka rógvimaskinuna, til tess at varðveita venjingina. Tað hevði tískil verið upplagt at boðið teimum við til FM-kappingina, sigur Magni Brøðraberg at enda.

Formula-Kappingin verður 15. mars 2014 í høllini í Hoyvík. Til ber at melda seg til kappingina á heimasíðuni hjá drekanum, www.drekin.fo