Í 2015 varð royndarár í kappróðrinum skilt á tann hátt, at allar bátastøddirnar kappaðust á 1000 metrum. Í sambandi við eftirmeting skuldi gerast av, hvørjir róðrarteinarnir skuldu verða í framtíðini.
Í dag hevur Róðrarsamband Føroyar havt eykaaðalfund. Á skránni var ásetan av róðrarteinum. Eykaaðalfundurin samtykti, at róðrarteinurin nú verður 1000 metrar í øllum bátastøddum. Tó verður tað fremvegis soleiðis, at teinurin í barnaróðrunum verður 500 metrar.
Harvið er tað greitt, at reglurnar nú eru broyttar soleiðis, at 10-mannaførini ikki fara at rógva 2000 metra málið, og at 8-mannaførini og 6-mannaførini við monnum ikki fara at rógva 1500 metrar.
Eykaaðalfundurin gjørdi eisini av, at nú skal gerast av, hvat klokkan hvør einstakur róður skal vera á stevnunum.