Longsta sending nakrantíð

Í dag verður nýtt met sett í Rás2, tá ið rásin fyri fyrstu ferð fer at senda beinleiðis í sjey tímar. Talan er um beinleiðis sending frá Mentanarnáttini í Havn, og sent verður frá 17.00 til midnátt. Mentanarnátt er í Havn í dag, og í allan dag hevur miðbýurin verið stúgvandi fullur av fólki. Kl. 18.00 verður formliga setanin av Mentanarnáttin, og verður tað fráfarandi kommunustjórin Jens Marius Poulsen, ið setur hana.

 

Ein ørgrynna av tiltøkum verða á skránni í miðbýnum í kvøld, og í hesum sambandi borðreiðir Rás2 við longstu sending nakrantíð, tá ið rásin sendur beinleiðis frá miðbýnum í Havn frá kl. 17.00 og fram til midnátt.

 

-Hetta er fyrstu ferð, at vit senda beinleiðis so leingi, men vónandi gongur alt eftir ætlan, sigur Barbara Holm, sum saman við Mirjam Pætursdóttir og Eyðfinn Drewsen er vertur í sendingini.