Longu nú spyrja fólk um leigu á Mølini

- Vit byrjaðu faktiskt ikki at byggja, fyrr enn koronu-farsóttin var her, og vit hava roynt at brúkt tíðina við koronu heldur enn at bíða, til farsóttin er av, sigur Birita Dalsgaard Olsen.

 

 

Gongst, sum hjúnini á Mølini í Skálavík, Birita Dalsgaard Olsen og Martin Karl Olsen, ætla, so standa 10 spildurnýggj kømur á umleið 22 fermetrar hvørt liðug til útleiging tíðliga í summar. Málið hjá hjúnunum er, at kømrini helst skulu standa liðug longu í juni.

- Men, um vit náa tað - ella tað verður eitt sindur seinni - dugi eg ikki at siga við vissu. Vit vóna, at tað verður so, og tað er hetta, vit droyma um og miðja eftir, sigur Birita Dalsgaard Olsen, sum ásannar, at tað skal ganga væl við byggingini, um hetta skal eydnast.

Byrjað varð at grava út fyri verkætlanini á Mølini uppundir endan av 2019, so tað er stívliga eitt ár síðan, at spakin varð settur í. Nýggi bygningurin stendur uppi og er innilokaður, soleiðis sum flotta myndin oman fyri vísir.

Hjúnini eru ógvuliga spent upp á hesa verkætlan, og tey stúra ikki fyri, at koronu-farsóttin fer at spæla teimum eitt puss. Tey byrjaðu faktiskt at byggja, eftir at koronu-farsóttin var her, men grivið varð út fyri verkætlanini fyri ta tíð. 

- Eg vil siga, at vit hava roynt at brúkt tíðina við koronu heldur enn at bíða, til farsóttin er av, sigur Birita Dalsgaard Olsen, sum annars letur væl at undirtøkuni, sum Café’in á Mølini hevur fingið, bæði í lokalumhvørvinum í Sandoynni og millum fólk, sum hava ferðast í Sandoynni.

Hon vísir á, at tey høvdu nógv at gera í fjør summar, tó at her vóru fá útlendsk ferðafólk. Føroyingar vóru óførir at ferðast í egnum landi, og hetta merktu tey so sanniliga eisini á kafé’ini.

- Vit eru sera glað fyri ta undirtøku, sum okkara virksemi higartil hevur fingið, og eingin ivi skal vera um, at vit so sanniliga hava brúk fyri teimum lokalu, ið hava gjørt tað møguligt hjá okkum eisini at hava kafé’ina opna fleiri vikuskifti í vetrarhálvuni. 

Birita Dalsgaard Olsen leggur aftrat, at kafé’in hevur brúk fyri bæði teimum lokalu og ferðafólki, sum koma í Sandoynna at ferðast, og hetta verður ikki minst galdandi, nú tey fáa hesi 10 kømrini, sum tey fara at leiga út. 

- Hvørt kamar hevur eina góða Tempur-dupultsong og eina sofu, sum kann leggjast út, og her verður sofaborð og stólur. Innast í hvørjum kamari er wc við brúsu. Her verður eingin beinleiðis te-køkur, men tað fer at bera til at gera sær kaffi og te. 

Hjúnini hava valt at gera tað innasta og 10. kamarið nakrar fermetrar størri enn hini, og her verður eykasong og lítil køkur, soleiðis at ein lítil familja kann búgva her. 

Longu nú eru tað fleiri sum spyrja, um tað ber til at bíleggja sær nýggju kømrini, sum nú koma á Mølini í Skálavík, men enn hava hjúnini ikki viljað tikið ímóti bíleggingum. Í løtuni vilja tey heldur ikki gera burtur úr einum møguligum øðrum byggistigi, tí, sum tey siga, so vilja tey fyrst hava hetta, sum nú er í gongd, upp at koyra.

- Nú mugu vit fáa hetta liðugt fyrst, og tað er eisini ymiskt, sum skal gerast við sethúsini á Mølini. Vit eru ógvuliga spent og gleða okkum til at kunna bjóða fólki í nýggju kømrini at gista, sigur Birita Dalsgaard Olsen.