B36 er aftur á toppinum, og tølini siga, at álopsmaskin hjá árstalsfelagnum er sera væl smurd.
Í dag endaði tað við 6-2 heimasigri ímóti Skála, Sum framvegis eigur fyrsta sigurin ímóti B36 í Gundadali til góða.
Hálvleiksstøðan var 4-1.
-Eg kann ikki annað enn vera nøgdur við avrikið, hóast eg harmist um gulu kortini og um, at Skála skoraði tvey mál. Tað órógvaði verjuspælið fyrstu løtuna, at liðformaðurin, Andrias H. Eriksen, undir upphitingini noyddist at geva avboð, sigur B36 venjarin Jákup á Borg.
Skála vísti tenn fyrstu løtuna, og tað eydnaðist skálamonnum at leggja seg á odda. Jan Ingason Hansen skoraði eftir hugflogsríkt uppspæl í høgru og innlegg.
So svaraði B36 aftur, og allar tríggjar ferðirnar undan steðginum skoraðu teir mál eftir deyðbóltsstøður. Í tveimum førum var tað eftir langt innkast, sum Benjamin Heinesen tók sær av, og í tí eina førinum var tað eftir horna.
Skálamenn vóru óhepnir á tann hátt, at tveir av spælarunum longu í fyrra hálvleiki noyddust skaddir av vøllinum.
Í seinna hálvleiki var Skála leingi aftarlaga á vøllinum. B36 hevði bóltin, og B36 skoraði trý mál.
Stóri maðurin í seinna hálvleiki var Meinhard E. Olsen, sum ferð eftir ferð sneiddi seg leysan og legði upp til málmøguleikar og royndi seg við skotum ímóti Skálamálinum. Eina ferð eydnaðist tað Meinhardi E. Olsen at skora. Tað var við fínari roynd av brotsteigarmarkinum í vinstru og í handara síðunetið.
Skála minkaði um munin, tá ið innskifit Poul Kallsberg sneiddi framvið B36 málverjanum Símuni Rógvan Hansen, sum steðgaði honum óregluliga. Niels Pauli Danielsen var púra tryggur úr 11 metrum.
-Tað er ikki nóg gott, at tað í dag fóru seks mál ígjøgnum, men eg kann ikki annað enn rósa mínum monnum fyri hugburðin, og at teir vístu sjálvsálit og royndu at spæla. Nú hava vit spælt á útivølli ímóti Víkingi og B36. Hósdagin fáa vit vitjan av AB, og tá verður tað ógvuliga týdningarmikið, at vit vinna úrtøku, sigur Skála venjarin Bill Jacobsen.
Merkisvert var tað, at seks spælarar skoraðu B36 málini.
Í fyrra hálvleiki Árni Frederiksberg, Michal Przybylski og Sebastian Pingel, og Alex Mellemgaard, og í seinna hálvleiki Meinhard E. Olsen og innskifti Ragnar Samuelsen.
B36 - Skála 6-2 (4-1)
0-1: Jan Ingason Hansen 15.
1-1: Árni Frederiksberg 25.
2-1: Michal Przybylski 36.
3-1: Sebastian Pingel 38.
4-1: Alex Mellemgaard 45.
5-1: Meinhard E. Olsen 73.
5-2: Niels Pauli Danielsen br 83.
6-2: Ragnar Samuelsen 84.
Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen
B36: Símun Rógvi Hansen – Benjamin Heinesen (Ragnar Samuelsen, 65.), Eli F. Nielsen, Sonni Ragnar Nattestad (Stefan Radosavljevic, 65.), Alex Mellemgaard – Magnus Holm Jacobsen, Erlendur Magnusson – Árni Frederiksberg, Michal Przybylski, Meinhard E. Olsen – Sebastian Pingel (Brian Jakobsen, 76.)
Venjari: Jákup á Borg
Gult kort: Árni Frederiksberg, Magnus Holm Jacobsen, Eli F. Nielsen, Erlendur Magnusson, Alex Mellemgaard
Skála: Bárður á Reynatrøð - Jóhan Waag Høgnesen (Teitur Poulsen, 17.), Kristian Martin Jakobsen, Hjati Strømsten, Djóni J. Petersen – Heðin Klakstein, Pætur Dam Jacobsen, Niels Pauli Danielsen, Ronni Møller-Iversen (Dávid Johansen, 72.) – Andreas E. Jacobsen (Poul Kallsberg, 42.), Jan I. Hansen
Venjari: Bill Jacobsen
Gult kort: Jóhan Waag Høgnesen, Kristian Martin Jakobsen