Aftur í ár verður stór dansikapping undir heitinum Lort í Býin, har ungir dansarar sleppa at sýna síni kynstur. Kappingin byrjar 2. mai. Lort í Býin letur pallin yvir til ung ímillum 7 ? 13 ár, har bólkar ella einstaklingar kunnu royna seg sum dansarar.
Víðagitni dómarin Meyla tekur síðani avgerð um hvør av dansarunum er best, og viðkomandi fær alskyns gávulutir í vinningi.
Enn ber til hjá áhugaðum at melda seg til kappingina, og meira kann frættast um hetta á heimasíðuni hjá SMS www.sms.fo