Meyla og Knøttur byrjaðu við at syngja Strok sangin, og tað var hóskandi, tí showið var eitt hátíðarhald av 50 ára føðingardagin hjá Stroki, sum upprunaliga æt Barnablaðið.
Síðan fór Meyla út og fann sítt pláss millum áskoðararnar, men ein maður sum æt Jóhan hevði sett seg í hennara stól, so hon setti seg bara á knøini hjá honum.
Meyla helt ikki, at tað kundi passa, at hon skuldi á pall í Norðurlandahúsinum, tí har plagar bara at vera opera og symfoniorkestur, og í øllum førum ikki nakað fyri børn.
Knøttur fekk tíbetur sannført hana um, at í dag var "Lort í býin" á skránni. Tey sungu allar teirra sangir, sum eru kendir frá útvarpinum og ymiskum tiltøkum, har tey bæði hava luttikið í summar.
Nógv fólk vóru á pallinum og hjálptu Meylu og Knøtti. Har vóru tríggjar dansigentur, reiðskapsfimleikarar úr Havnar Fimleikafelagi og eisini nakrir av vaksnu áskoðarunum sluppu upp á pallin at hjálpa til. Harafturat sang dreingjakórið úr musikkskúlanum í Havn, millum annað sangin um Lummalykta Óla. Og punkbólkurin The Dreams framførdi løgini Sasa sa sa og Sjeikurin.
Showið var eitt bland av sjónleiki, sangi, fimleiki, dansi, ljóði og ljósi. Og børnini sótu uttast á stólinum og sóu út til at hugna sær.
Síðsti sangurin var Føðingardagssangurin, og meðan øll, ið høvdu luttikið komu inn á pallin, dalaðu reyðar, bláar og hvítar ballónir niður av loftinum.
- Komi og fái tykkum ballónir, rópti Knøttur til børnini, og tey vóru ikki sein, at gera sum hann bað tey.