Tað skrivar Horsens Folkeblad.
Referatforboðið merkir, at miðlar og onnur, sum vóru í rættarsalinum, ikki sleppa at endurgeva tað, sum kom fram undir rættarviðgerðini.
Tískil kann heldur ikki váttast, um málið hevur samband við 15 ára gomlu gentuna úr Hedensted, sum hvarv fyrr í vikuni og sum í gjár varð funnin á lívi í Ungarn.
Fyrr í dag upplýsti Sydøstjyllands Politi, at illgruni er um, at eitt revsivert brot er framt í sambandi við, at gentan hvarv.
Ákæruvaldið boðaði undan rættarviðgerðini frá, at tað fór at biðja um dupult stongdar dyr. Vanliga verður skuldsetingin lisin upp alment, áðrenn rætturin tekur støðu til, um dyrnar skulu latast aftur.
Í hesum førinum varð umbønin um dupult stongdar dyr tó sýtt. Í staðin valdi dómarin at leggja niður referatforboð og síðani at halda fram við rættarviðgerðini aftan fyri stongdum hurðum.
Sambært Ritzau var tann mistonkti persónurin ikki til staðar í rættinum. Løgreglan hevur heldur ikki upplýst, um viðkomandi er handtikin í Danmark ella uttanlands.
Málið verður viðgjørt eftir ásetingini í donsku revsilógini um grova frælsistøku. Slík rættarviðgerð verður ofta nýtt, tá myndugleikarnir arbeiða við at fáa ein persón handtiknan og útflýggjaðan úr einum øðrum landi, til dømis við evropeiskari handtøkuboðan.










