Veðurstovan bjóðar til tiltak í samband við sólarmyrking

Tiltak í samband við partvísu sólarmyrkingina 12. aug. 2026

Mikukvøldið 12. august 2026 um kl. 18:54 er ein partvís sólarmyrking í Føroyum. Í hesum sambandi bjóðar Veðurstova Føroya øllum áhugaðum at koma at hyggja at sólarmyrkingini saman við okkum, bæði í Havn og í Klaksvík.

 

Í Havn byrjar tiltakið kl. 17:30 og endar kl. 20:00, og er á veðurstøðini á Hoyvíksvegi 69.

 

Í Klaksvík verður tiltakið ,um viðrar, uppi á Hálsi, og byrjar kl. 18:15 og endar kl. 19:30.

 

Sólarmyrkingin sjálv byrjar kl. 17:56 og endar kl. 19:50, men er í hæddini kl. 18:54.

 

Veðurstovan hevur sólarbrillur til láns til tey ið ikki hava sjálvi.

 

Á tiltakinum verður eisini greitt frá hví sólarmyrkingar eru, eins og starvsfólk á Veðurstovuni svara øðrum spurningum.

 

Sí annars greinina Partvíds sólarmyrking um ein mánað.

 

##med2##

 

Animatión: Leiðin hjá Sólarmyrkingini 12. august 2026.

 

##med3##

 

Leiðin hjá sólarmyrkingini 12. aug. 2026 yvir Vestureuropa.

 

##med4##

 

Myndir: Space.com