Fólkafundur í Koltri: "Vit kunnu ikki fáa frælsi, vit mugu taka okkum frælsi", rungaði boðskapurin á fólkafundinum í Koltri sunnudagin, og eini 300 fólk, sannførd av sonnum, brestu saman lógvar og tóku undir við røðaranum.
Nakrar tímar frammanundan á Gomlurætt. Nógv fólk er samankomið. Klokkan er 10 og vit skulu út í Koltur at tosa um fullveldi. Men tað tykist sum bæði gudar og móðurland royna at steðga okkum. Vakra sluppin "Jóhanna" sum skal flyta okkum, stendur rimmarføst inni í havnini við Gomlurætt, hon hevur tikið botn.. Fólkamúgvan stendur bara og starir.. Har verður sett á, men gamla sluppin er ikki til at vika og fjarðandi sjógvur er. Tíðin gongur, vit eru komin fram móti middagsleiti og enn er bert helvtin av fundarluttatarunum komin út í Koltur. Fjáltur er á monnum. Sólin steikir og fleiri eru í morreyðum fullveldishúgvum. Hetta er nýggjur móti, ein minni útgáva av stavhettunum, úr tøvdum føroyskum tógvi, og tær eru heitir. Sveittin rennir niður eftir pannuni, men húgvar verður sitandi. Hon er eitt prýði og súmbol. So kemur "Pressarin" hjá Poul Mohr heilt úr Havn og fær "Jóhannu" leysa. Men alt er ikki liðugt enn. Ein maður frá Skipasýninum er millum fundarfólkini og hann sýnar "Jóhannu" innarborða og sigur, at Jóhanna fer ongan veg, fyrr enn kavari hevur verið niðri. Vit bíða drúgva tíð og onkur heldur at kavarin mundi svimja úr Havn og hevði fingið mótstreym á Kirkjubønesi. Men hann kemur endiliga fram og vit koma út í Koltur endiliga, fýra og ein hálvan tíma seinkað.
Koltur er tann fullkomni pallurin fyri einum fólkafundi. Her er vakurt, væl hildið og næstan eksotiskt við stórbærum hvítum sandi, flottum teigalendi og stórbærum grótarbeiði.
Og eg ferðist í eini mannafjøld, fleiri hundrað føroyingar, sum ikki eina løtu ivast í, at einasta rætta fyri føroyingar er at taka loysing og tað í stundini. Tosað verður um loysingina, sum tað náttúrligasta tú kann hugsa tær. Alt annar er burtur við og afturhaldssinnað møsn.
-Eg eri sannførdur um, at tað er bara pláss í Føroyum fyri fólki, sum taka undir við loysing. Tey, sum ikki gera tað mugu flyta.. Og tað veit Gud, eg meini tað, teskar ein vinnulívsmaður mær í oyra, soleiðis eitt sindur uttanfyri upptøku.
Fólkafundurin verður hildin í elsta býlingini í Koltri, Heima í Húsi, og leikpallurin kundi eins væl verið úr miðøld. Sjálvt húsasniðini eru eldri enn vanlig gomul hús, vit síggja í Føroyum. Húsini eru tvílaðaði, endarnir rundaðir. Flagtekja og grótveggur fella saman uttan torvhald og nævur. Kring bæði sethúsini í býlinginum eru úthús, sum enn standa uppi og toftirnar eru av fleiri. Í túninum niðanfyri niðanfyri er pallur, og har stendur útgerðin hjá tónleikabólkinum Clickhaze, ið skal spæla undan og aftan á fólkafundinum.
Ein fullveldisbygd
-Fyri 55 árum síðan atkvøddu koltursmenn um loysing ella samband. Her í Koltri atkvøddu øll fyri loysing. Tað var ein sambandskvinna í bygdini og hetta hóvaði ikki koltursmonnum. Men hendan kvinnan hevði tann vælsignaða eginleika, at hon kundi gerast í øðini, hevði tú hug at trætast við hana. Og koltursmenn gjørdu sær dælt av hesum. Tann eini segði sjálvan atkvøðudagin: "Hana orni eg." Og so fór hann inn til kvinnuna og fór at trætast um okkurt hjartamál hjá henni. Hon gjørdist so ill, at hon fór stokkfornermað til songar og vísti seg ikki aftur tann dagin. Og so illanstíð, at hon atkvøddi, segði Høgni Hoydal, tá hann tók orðið á fólkafundinum.
Høgni Hoydal er leiðarin, hann er formaðurin, hann er ímyndin av fullveldishugsjónini í dag og hann hevur megið á fólki. Í sólskininum sita fólk rúnarbundin og lýða á vælsmiðaðu orðini ið koma snøgt av varrum formannsins. Hann hevur verið saman við áhoyrarunum fyrr, ein merkir eitt tætt band, eitt vinsælt band og semju um kósina. Her tøgn, meðan formaðurin hevur orðið og var tað ikki tyrlan hjá Magna Arge, sum órógvaði eina løtu, so høvdu fólk fingið alt við. Men tað ger einki, tí tey kenna orðalag, orðavæl og kós og tey taka av heilum hjarta undir við formanninum.
Høgni greiðir frá hvussu andstøðan og serliga javnaðarflokkurin roynir at forkoma fullveldisætlanini. Hvussu formaður javnaðarflokksins, Jóannes eidesgaard við alskyns framrokningum á rokniørkum og øðrum skálkabrøgdum, roynir at villeiða føroyingar og loypa ótta á teir. Ræða teir frá loysingini. Fundarfólkini nikka og samtykkja og ongin hevur hug at mótmæla. Her er semja um kósina, her er fjálgt innanflokka.
Í morreyðum koti, sáttligur og væl fyrireikaður, greinar Høgni elegant út hvussu tingini veruliga hanga saman á fullveldisleið og hvørjir vandar liggja fyri framman, áðrenn málið verður rokkið. Hann er fullvísur í síni sak, skarpa andlitið ivast ikki eina løtu. Hetta er leiðin og alt annað er ein roynd at forpurra leiðina.
Her er heitt og fjálgt í Koltri í dag. Sirm hómast á Streymoyarlandinum, men ælið vágar sær ikki um Hestfjørð. Eg telji átta prúð fjøll av Velbastað og norður á Sornfelli, ið er tað níggjunda. Og telja vit flottu Dalsnýpuna við, so eru tíggju. Og her verður tosað um júst tað sama sum fyri 55 árum síðan Tá vóru tey færri, íð dag eru 300 í oynni, men stevnan var tann sama. Uttan einar frælsar Føroyar, ongar Føroyar.
Ella sum dímunnarbóndin tók til í síni røðu:
-Øll hava tað í holdi borið, at klára seg sjálvan. Og havandi blokkstuðulin í huga, so frátekur hesin okkum partvíst ábyrgdina, at klára okkum sjálvi."
Frælsi, eitt hjúnarband
-Fyri 57 árum síðan søgdu grannar okkara, íslendingar ja til loysing, tí í hjørtum teirra býr frælsi og tey høvdu vilja til at klára seg sjálvan. Hvørki Hvítabók ella nøkur av rokniarksframrokningunum hjá javnaðarflokkinum hava flutt føroyingar á fullveldisleið. Tað einasta sum flytir fólk, er stoltleikin, og tað verður hesin, sum fer at geva okkum fræls, segði Anita á Frðriksmørk, tingkvinna Tjóðveldisflokksins.
-Sjálvandi skulu vit gera framrokningar fyri at fáa vitan. Men tað er sum við einum hjúnarlagi. Skuldi eg bara litið á framrokningar, tá eg giftist fyri nøkrum árum síðan, so gekk eg enn ógift á Strondum. Ábyrgd er frælsi og tú fær ikki ábyrgd uttan frælsi. segði hon.
Tórbjørn og Dylan
Litríkasti landsstýrismaðurin í Føroyum í nýggjari tíð, Tórbjørn Jacobsen, ið júst er fráfarin, vísti seg frá eini heilt aðrari síðu á fólkafundinum í Koltri. Hann er vísusangari um ein háls og dugir eisini at spæla guitar. Væl stuðlaður av Sámal Ravnsfjall, sang hann sangir av Kára P, Hanus Kamban, Bob Dylan og Bubba Mortens og væl lá fyri.
Og hóast hann ikki dugir takt og tone millum flippurnar ovast í politisku trappuni í Føroyum, so er hann ein veldugur røðari og hann verður uttan iva hentasta tungan hjá Tjóðveldisflokkinum í einum komandi valstríði. Her koma orðini beint frá livrini, nakin og ópolerað og tey eru als ikki beroknaði til at pakkast inn. Orð um loysing, frælsi og koloniir geltu heilt suðuri í Heystbjørgini og loysti hvøkk á seyð og annað ferføtt á Streymoyarlandinum. So bragdliga treiv hann í ta einu vísuna, at garðurin kring húsini, lagaður einaferð í miðøld, rapaði í einum petti og mundi meislað fleiri at fundarluttakarunum. "Og ikki lýgur mín muður,"
-Fullveldið má standa ovast á skránni, tá ein livir í eini av heimsins seinastu kolonium. Tað fær ikki verið ørvísi. Men her hendir ov lítið á fullveldisleið. Eg koyrdi ein ungan mann tíl hús nú eitt kvøldið. Hann segði við meg: "Tórbjørn, fyrsta árið eftir at hendan samgongan kom til, tá fyltu tit mítt hjarta við frælsiskenslum. Men nú er alt um at sovna, -
-Og maðurin hevur rætt. Her gongur alt ov seint. Vit mugu fara aftur til upprunauppskotið, sum hendan samgonga varð sjóðað saman við. Fullveldi, ongantíð ov skjótt. Eg eri floytandi líkaglaður við dómadags profetiirnar hjá Javnaðarflokkinum, taka vit loysing.. Framrokningarnar um alla elendigheitina siga mær púrt einki. Tað er frælsi íð telir og onki annað. . Og eg vil minna á, at tað eru ikki danskir pengar, sum hava hildið lív føroyingum seinastu 40 ættarliðini, segði Tórbjørn Jacobsen.
-Fyri 10 árum síðan fall Berlinmúrurin, og í dag skilir ongin hví hesin skemdarmúrur nakrantíð hevur staðið. Mítt boð er, at føroyingar innan næstu tvey árini fara at taka loysing og um stutta tíð skilir ongin hví vit nakrantíð hava havt samband við danir. Tann brandur, sum er birtur í fólki, kann ikki sløkkjast nú. Frælsi fæst ikki, tað má takast, segði Tórbjørn Jacobsen.
Vælferðin
Millum røðararnar var ein, sum ikki nýtti uttanats ramsur fyri at lýsa sína støðu. Tað var hestmaðurin Ebbe Rasmussen, sum hevði leitað sær í Koltur hendan hátíðardag. Ebbe er í dag um sjeyti og hetta var ikki fyrstu ferð hann er í Koltri, Ebbe er koltursmaður. Barnaárini var hann øll í Koltri, Sum 14 ára gamal flutti hann í Hest, tá mamman giftist hagar. Men hann hevur vitjað aftur mangan og nú stendur hann í túninum í barnaheiminum og flytir røðu fyri hundraðtals fulveldissinnaðum landsmonnum. Hann dylir heldur ikki, at sjálvur er hann loysingarmaður.
-Eg var sjálvur í Koltri í 1946 og søgan sum Høgni fortaldi um sambandskvinnuna, hon er sonn, segði Ebbe Rasmussen.
Ebbe stendur í morreyðari troyggju og føroyskari húgvu í túninum á garðinum, sum morbróðurin festi og sum hann hevur so nógv góð minni um. Hesin býlingurin evnaði Ebba til mann. Hendan náttúran meitlaði inn í unga sinnið elskhugin til fosturlandið og lítla samfelagið í Koltri, gav honum førningin, ið stuðlað hann hevur heilt fram at hesum degi. Nú talar hann til eina fjøld, sum er eins von við herróp og sjálvfylgilighetir, sum sunna fornuft. Og tað eru vísdómsorð hann gevur lýðandi fjøldini í logandi sólhavinum úr vestri hendan sunnudag, tjóðardag íslendinga, tá lyndiseftirkomarar Gøtu Trónda hittast til stevnu.
-Tey ivasomu tosa um vælferðina og vandan fyri at missa hesa við loysing. Men hvat er vælferðin? Vælferðin er fjørðurin, sigur hann og peikar út á mjólkabláa Hestfjørð, sum kókar av æti, nebbasild, seiði, smáfiski, fugli og stuttleikabátum. -Vælferðin er bøurin, fjøllini, fuglabjørgini og Vesturhavið. Vælferðina finna vit ikki hjá øðrum enn okkum sjálvum, sigur Ebbe Rasmussen.
Sólin er komin rættuliga vesturum. Meðan Eyðvør Pállsdóttir og Clickhaze leika tónleikin út yvir teigalendi í Koltri, byrja fólk so smátt at ganga norður aftur á lendingina, beint sunnanfyri Gróthústanga. Onki torv er í oynni. Fyrr skóru teir torv í Skopun og á Syrðadali og skipaðu torvið upp á tanganum, har enn standa torvhús uppi. Teir fyrstu bátarnir eru longu á veg um fjørðin. Niðri á lítlu atløgubryggjuni er fult av fólki og bátarnir byrja at flyta fundarfólkinu umborð á "Johannu" og "Norðlýsi"
Nýggi bóndin Bjø.rn Patursson og eldri bróðurin Páll, bóndi í Kirkjubø, hjálpa fólki umborð. Skjótt eru Bjørn og Lúkka og familjan einsamøll aftur í oynni. Og tað er ikki smávegin áræði, einsamøll at vinna dagliga breyðið burturúr hesi lítlu oyggj, sum er so stak væl egnað til fólkafundir um loysing og fullveldi. Eitt frálíkt og vælskipað tiltak er at enda komið.