Ein fýraára gomlum royndarætlan við parterapi uppá landsins rokning, hevur havt bíðilistar við sær hjá sálarfrøðingum og parterapeutum. Umleið 90 prosent av luttakarunum hava verið nøgdir ella sera væl nøgdir við gongdina, og meginparturin av teimum sum luttóku fyri at bjarga parlagi sínum, eru framvegis saman í dag.
Hetta vísir ein miðvegis kanning, har pør við trupulleikum í parlagnum kundi koma til terapi fyri 300 krónur, í mun til at gjalda 15.000 kr. hjá sálarfrøðingi ella coach.
Royndin varð sett í verk av táverandi familju- og brúkaramálaráðharranum, Lars Barfoed við tí fyri eyga at hjálpa børnum hjá foreldrum, sum høvdu trupulleikar í hjúnalagnum, skrivar Berlingske Tidende.
Sum skilst er ætlanin, at ætlanin skal halda fram.