EB/Streymur - B36 4-1 (1-1)
Eftir trilvandi fyrsta part av kappingini tykist teir í EB/Streymi rættuliga at vera komnir fyri seg. 4-1 heimasigurin í vánaligum líkindum í gjár varð at enda rættuliga sannførandi, eftir at B36 fyrst legði seg á odda.
Annar av B36 miðverjunum, Hørður Askham, sigur soleiðis:
– Vit spældu væl fyrstu løtuna, og tað sá gott út, tá ið vit fingu hol á. Men vit megnaðu ikki at fáa nyttu burtur úr nógva undanvindinum, tí vit royndu ov nógv við longum sendingum í staðin fyri at samanspæla meiri við stuttum sendingum. Sum 1. hálvleikur leið settu teir okkum undir trýst, men í 2. hálvleiki, tá ið støðan var 3-1 til teir, svaraðu vit eina løtu aftur, tá ið framrættaðar útskiftingar vóru framdar. Súni Olsen sendi fríspark í stólpan og René Tórgarð bjargaði væl, tá ið Lawal royndi seg, og so skoraðu teir í síðstu løtu til 4-1.
At Marni Djurhuus var óheppin at beina B36 innleggi í egið mál órógvaði ikki EB/Streym, sum aftur hesa ferð hevði Egil á Bø í miðverjuni. Stutt undan steðginum og stutt eftir steðgin varð Leif Niclasen tvífaldur málskjútti, og EB/Streymur var fyri tað mesta ágangandi og legði frammarlaga á vøllinum trýst á mótstøðumenninar. Tað bar aftur vandamiklar umstillingar við sær:
– Tað var torført í nógva mótvindinum í 1. hálvleiki, og tað hevði stóran týdning, at tað eydnaðist okkum at javna undan steðginum. Í steðginum tosaðu vit um at leggja trýst á frammarlaga, og tað eydnaðist, sigur Arnar Dam. Hann hevur seinastu ferðirnar vunnið sær fast pláss á verjukenda miðvøllinum.
Hans Pauli Samuelsen økt um leiðsluna við fínum frísparksmáli, og Levi Hanssen staðfesti 4-1 sigurin eftir uppspæl frá Niels Paula Danielsen.
– At B36 royndi at svara aftur við at leypa á bar møguleikar fyri mótálopum við sær síðstu løtuna, og tí gjørdist talan um tryggan sigur, sigur Arnar Dam.