Lukaku og Belgia ætla ikki einki

EM 2020: Romelu Lukaku skoraði tvær ferðir, tá Belgia vann 3-0 á Russlandi

Romelu Lukaku skoraði tvær ferðir, tá Belgia í kvøld vann 3-0 á Russlandi í bólki B, sum eisini telur Finnland og Danmark. Við sigrinum hevur Belgia fingið eitt avbera gott útgangsstøði, eftir at Danmark fyrr í kvøld tapti 1-0 móti Finnlandi.

 

Belgiski áleyparin hjá Inter Milan legði Belgia á odda 1-0 longu aftaná tíggju minuttir. Romelu Lukaku stóð greitt í rangstøðu, men hon telur ikki, tí verjuspælarin royndi at spæla bóltin uttan ávirkan frá áleyparanum. Tí er talan um nýggja støðu og bulmikli áleyparin hevði ikki trupulleikar av at umseta til mál.

 

Tíggju minuttir fyri hálvleik sendi Thomas Meunier ein retur í málið til 2-0. Sami Thomas Meunier átti avgerandi alveringina, tá Romelu Lukaku setti punktum við fríleypara til 3-0. Russland hevði einki at vísa á og tað sæst eisini á máltalvuni.

 

Bólkur B:

Belgia – Russland 3-0 (2-0)

 

1-0 Romelu Lukaku, 10

 

2-0 Thomas Meunier, 34

 

3-0 Romelu Lukaku, 88

 

Støðan:

 

1. Belgia 3

 

2. Finnland 3

 

3. Danmark 0

 

4. Russland 0