Lukas Cieslewicz skiftir felag

Sambært álítandi keldum verður sáttmáli við Víking undirskrivaður í morgin

32 ára gamli framherjin Lukas Cieslewicz, sum hevur spælt við B36 síðan 2011, er nú á veg í nýtt felag. Miðlahúsið skilir at hann nú fer at royna seg í Víkingi. Lukas Cieslewicz hevur eisini verið í samráðingum við bæði HB og ÍF, men sera álítandi keldur vátta fyri Miðlahúsinum, at hann fer at skriva undir sáttmála við Víking í morgin.

Lukas Cieslewicz er úr Póllandi og kom til B36 í 2011, har hann hevur spælt síðan og verið ein profilur á liðnum. Hann hevur spælt 205 dystir í fremstu deildini og hevur higartil skotið 74 mál. 

Hetta er ikki alment váttað enn, men um okkara keldur ikki siga skeivt, so verður tað sum sagt allarhelst váttað í morgin.