Lukasz er óførur

Fyrsta umfarið í triði bestu donsku deildini hevur verið í vikuskiftinum.

Fremad Amager, sum Todi Jónsson og aðrir føroyingar eiga, var á útivølli ímóti grannunum B1908. Fremad Amager vann 2-1 eftir 1-1 í 1. hálvleiki.

Næstbesta Brøndby liðið spældi á heimavølli ímóti Holbøæk. Brøndby vann 3-0. Við føroyskum eygum var merkisvert, at Lukasz Cielsewicz, sum hevur spæ,lt í VB, skoraði tvey tey fyrstu Brøndby málini – í 28. og í 45. minutti.