Lukasz gjørt nýggjan sáttmála við Brøndby

Fyrrverandi VB-spælarin, Lukasz Cieslewicz, hevur gjørt nýggjan sáttmála við danska stórfelagið Brøndby. Lukasz heldur fram í felagnum næsta hálvtannað árið


Tað gekk sera væl hjá álopsspælaranum Lukasz Cieslewicz í Brøndby undan summarsteðginum. Lukasz slapp at royna seg á næstbesta liðnum hjá Brøndby, har nógvir ungir spælarar royna seg, og hann skoraði mest sum mál í hvørjum dysti.
Hetta hevur fingið Brøndby at bjóða Lukasz ein veruligan sáttmála. Lukasz hevur havt eitt slag av lærlinga sáttmála, men nú hann er blivin 18 ára gamal, hevur hann fingið ein veruligan sáttmála við danska felagið.
Lukasz og Brøndby eru komin ásamt um, at Lukasz skal halda fram í felagnum í hálvtannað ár afturat í fyrstu syftu. Sáttmálin er komin upp á pláss, og hann gevur greiðar ábendingar um, at Brøndby sær nakað stórt í unga spælaranum úr Póllandi, sum hevur búð nógv av sínum barnaárum í Suðuroynni.