Sammett við tvey tey undanfarnu árini var kappingarárið í ár hjá B36 einki at reypa av. Meðan tað´bæði í 2014 og 2015 endaði við gullkrónum og FM steypi, so var úrslitið í ár fjórða plássið.
Í B36 hava tey tó ikki fjalt, at tey eru nøgd við at hava vunnið rættin at luttaka í europeisku kappingini næsta summar.
Fyrr í kvøld varð kunngjørt her á in.fo, at Jákup á Borg fer at avloysa Eyðun Klakstein í venjarasessinum, og at Fróði Clementsen verður hjálparvenjari.
Nú er kunngjørt, at nýggir sáttmálar eru skrivaðir undir við tríggjar spælarar, sum hava verið og verða roknaðir at fara at verða lyklaspælarar.
Ein teirra er Lukasz Cieslewicz. Tað hevur ljóðað, at onnur feløg hava egnt stórt fyri at fáa Lukasz at flyta felag. Hetta verður av ongum. Í kvøld er kunngjørt, at B36 og Lukasz Cieslewicz nú hava bundið seg at hvørt øðrum við nýggjum sáttmála, sum er galdandi trý tey næstu árini – fram til og við 2019.
Lukasz Cieslewicz, sum fimtanda november verður 29ár, hevur verið í B36 síðani 2011. Hann eigur harvið lut í trimum FM heitum – í 2011, 2014 og 2015.
Kunngjørt er eisini í kvøld, at B36 og landsliðsspælarin Jónas þór Næs hava skrivað undir sáttmála, sum er galdandi fyri tvey tey næstu árini. Jónas verður triðja jóladag 30 ár. Hann vaks upp í B336, og burtursæð tá ið hann var í Íslandi hevur hann fyri tað mesta spælt við barndómsfelagnum, sum hann í 2014 og 2015 var við til at vinna FM við.
Triðja sáttmálan í kvøld hevur B36 undirskrivað saman við Hannes Agnarsson. 17 ára gamli unglingaspælarin hevur rættiliga sligið sítt navn rimmarfast í barndómsfelagnum og føroyskum fótbólti yvirhøvur í ár. Hann hevur spælt fimtan dystir á besta liðnum, og nú er greitt, at hann eisini tvey tey næstu árini fer at umboða B36.
Fyrr í vikuni skrivaði B36 undir nýggjar sáttmálar við Jógvan Skeel Nolsøe (1 ár), Bjarna Petersen (2 ár) og málverjan Trygva Askham (2 ár).