Lundakvøld á Viðareiði

Leygarkvøldið 5. apríl skipar Hotel Norð áViðareiði fyri einum sokallaðum lundakvøldi og dansi

Leygarkvøldið 5. apríl verður hugnakvøld á Hotel Norð á Viðareiði. Til matna verður fiskatallerkur við øllum góðum úr sjónum, steikt lundabringa a la Hotel Norð og dessert og kaffi omaná.
Undir borðhaldinum verður skemt, sum Óli Olsen og Mogens Højsted fara at standa fyri, umframt felagssang sum Heini Ziska Dahl fer at skipa fyri.
Aftaná borhaldið verður dansur við Science Fiction.
Eins og til øll tiltøk á hotellinum verður bussur til og frá Viðareiði.
Hetta tiltakið er bert eitt av fleiri ymiskum føstum tættum, sum hotellið plagar at skipa fyri í vetrarhálvuni. Hotellið er stongt um veturin, men verður tó leigað út til ymiskt, tá tey ikki skipa fyri nøkrum sjálvi.
Vanliga letur hotellið uppaftur um Norðoyastevnuna við einum hugnakvøldi fríggjakvøldi á Norðoyastevnu. Og sum skilst verður tað helst eisini aftur á skránni í ár. Tiltøkini á Hotel Norð plaga at verða vælmóttikin, og nógv fólk plagar at vera. Til ber eisini at gista á hotellinum til hetta lundakvøldi. Tað er eitt serligt tilboð galdandi tað vikuskiftið. Áhugaði kunnu tekna seg til á telefon 451244 ella 217020 í seinasta lagi fríggjakvøldið 4. apríl