Í dag kemur 24 ára gamla Mariann Poulsen heim til Føroyar. Heim at gera tað gott aftur við føroysku familjuna og dóttrina, sum hon sveik, tá ið hon gifti seg við tiltikna danskt/amerikanska hópdrápsmanninum Peter Lundin í Statsfængslet Østjylland fyri tólv døgum síðani. Nú hevur hon søkt um hjúnaskilnað.
- Eg skilji væl, at fólk eru vónbrotin av mær, tí eg havi svikið tey nakað so illa. Tann einasta sum eg ikki skilji, er meg sjálva, sigur Mariann Poulsen í telefonsamrøðu við Sosialin úr Keypmannahavn. Seinnapartin í dag hava vit avtalað eina størri samrøðu, sum verður prentað í blaðnum mánadagin.
Ótrúskapur vakti hana
Mariann Poulsen er bæði kedd og ørkymlað, nú hon er vorðin stóra samrøðuevni bæði her heima og niðri í Danmark, har miðlar og myndafólk renna aftaná henni, hvar hon stendur, og hvar hon fer. Tá hon gifti seg við Lundin, hevði hon ikki roknað við, at tað fór at koma út um allar geilar.
- Men, tá eg kom út úr fongslinum tann dagin, stóðu umboð fyri danska Ekstra Bladet longu uttanfyri og tráspurdu meg um alt møguligt, greiðir Mariann Poulsen frá. Tí kom tað heldur ikki óvart á, tá søgan lak út longu fáar tímar aftaná.
- Tá var eg bæði ørkymlað, skelkað og hevði bara hug at rýma langt langt burtur, sigur Mariann Poulsen, sum nú er sannførd um, at hjúnalagið við Peter Lundin er tað býttasta hon nakrantíð í lívinum havi gjørt.
Men tað var ikki fyrrenn Peter Lundin varð avdúkaður fyri at hava svikið hana við einari aðrari kvinnu, at veruleikin gekk upp fyri henni. Hetta var eftir at ein kvinna ringdi og skeldaði hana út fyri at hava gift seg við sjeiki sínum.
- Tá gekk tað veruliga upp fyri mær, at hann hevði logið og lumpað meg alla tíðina, og brádliga sá eg, hvat eg hevði verið offur fyri, sigur Mariann Poulsen, sum lærdi kenda hópdrápsmannin Peter Lundin at kenna longu sum 15 ára gomul, tá ið hon skrivaði til hansara fyrstu fer. Mariann Poulsen hevur altíð havt stóran áhuga fyri sálarfrøði, og hetta var eisini orsøkin til, at hon upprunaliga setti seg í samband við hendan londarfulla mannin, sum hon hevði sæð í sjónvarpinum, har hann málaði andlitið svart og hvítt. Hetta sambandið varð tó avbrotið aftaná hálvtannað ár av mammu Mariann, sum ikki var greið um, at sambandið varð uppafturtikið fyri tveimum árum síðani.
Í klørnar á psykopati
Síðan hava tey bæði hildið sambandið við líka við brævasamskifti, tímalongum telefonsamrøðum og vitjanum í fongslinum.
– Nú síggi eg, at eg havi verið í klørnum á einum ørum psykopati. Síðstu tíðina havi eg verið sum ein fluga í einum lokkaneti, ið eg ikki havi kunnað slitið meg leysa úr, sigur Mariann Poulsen, sum vil vera við, at hon varð lumpað inn í hjúnalagið við Lundin.
- Kanska ljóði eg naiv. Men fólk ana ikki, hvussu tað er at koma í klørnar á einum slíkum persóni, sigur Mariann Poulsen.
- Hetta hevur verið sum ein langur rúsur, har hann hevur trilvað meg inn í ein heim av lygnum og lovorðum um, hvussu fantastisk eg var, og at hann kundi ikki liva uttan meg, sigur Mariann Poulsen, sum veruliga kendi tað, sum elskaði hon Peter Lundin. Nú veruleikin er gingin upp fyri henni, vil hon bara skiljast aftur.
- Hetta er ikki eitt lív at bjóða dóttrini. Nú komi eg heim eftir henni, og síðani er ætlanin at fara niður aftur, sigur Mariann Poulsen. Fimm ára gamla dóttirin er í løtuni hjá pápanum, men Mariann Poulsen hevur fullan foreldramyndugleika yvir henni.
Fer at skriva bók
Mariann Poulsen sigur, at orsøkin til skilnaðin er ikki, at Peter Lundin hevur verið ótrúgvur. Tað hevur annars verið at hoyrt í donskum miðlum seinastu dagarnar, at hann skal hava gjørt eina aðra kvinnu við barn.
- Eg kenni hasa gentuna, sum sigur seg vera við barn við honum. Men gjøgnum fongslið veit eg, at hon hevur ongantíð verið inni hjá honum. Harafturímóti hevur hann svikið meg við eks-damu sínari, sum nú vísir seg ikki at vera nøkur eks-dama, men elskarinna hansara, sigur Mariann Poulsen.
- Tað ringasta er, at eg havi svikið øll tey heima í Føroyum, sum eru góð við meg. Serliga mammu mína, sum er djúpt ólukkulig, og pápa dóttrina, sigur Mariann. Poulsen, sum nú ynskir sær eitt vanligt lív.
Eisini ætlar hon at skriva eina bók um tað, sum hon hevur upplivað: Um brævasamskiftið við Lundin, sum byrjaði tá hon var bert 15 ára gomul, um forholdið við Lundin, og um miðlarnar.
Opinleiki fyri frið skyld
Mariann Poulsen hevur valt at standa fram við søgu sínari, tí hetta hevur føroyski advokaturin, Jógvan Páll Lassen, mælt henni til.
- Her er so nógv rok um hana nú, at tað einasta rætta er at tosa opið um alt. So nýtast fólk ikki at gita og fritta hana, og hon kann koma heim at fáa frið og halda heystferiu nú, sigur Jógvan Páll Lassen við Sosialin.
Mánadagin prentar Sosialurin eitt longri prát við Mariann Poulsen.