Fyri fyrstu ferð í 9 ár letur Terji Rasmussen frætta frá sær við nýggjum sangi. Sangarin og sangskrivarin, sum er kendur sum solistur og úr bólkum sum Føstufressar, Moirae og Frændur, hevur verið í studio og innspælt ein sang.
»So sigst« kallast sangurin. Terji Rasmussen hevur sett orðatøkini saman og gjørt lagið. Niclas Johannesen hevur framleitt sangin.
Terji Rasmussen hevur saman við konuni seinastu árini rikið skeinki- og spælistaðið Maggies í Nólsoy, men nú tað er latið aftur, kann roknast við, at Terji fer at gera meira við tónleikin aftur.
So Sigst!
Orð: Trad./Terji Rasmussen
Lag: Terji Rasmussen
Produserað: Niclas Johannesen
Mix og mastering: George Tanderø
Vocal og akk. Guitar: Terji Rasmussen
Guitars: Niclas Johannesen
Trummur: Matt Chamberlain
Bass: Johannus á Rógvu Joensen
Kór: Kaj Johannesen
Strings: F.A.M.E'.S Orchestra
Conductor: Oleg Kontradenko

Lurta her: Terji við nýggjum sangi

