Lutakast aftur hóskvøldið

Beint eftir síðsta bríksl í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið, verður lutakast um, hvussu liðini skulu møtast í fjórðingsfinalunum, skrivar Fótbóltssambandið

Lutakastið til fjórðingsfinalurnar verður á Rás 1 í Televarpinum hóskvøldið - Mynd: www.FSF.fo

Beint eftir síðsta bríksl í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið, verður lutakast um, hvussu liðini skulu møtast í fjórðingsfinalunum, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Sjey dystir eru á skránni í fyrsta umfari í kappingini um Løgmanssteypið. Fýra dystir verða spældir í dag, meðan hinir tríggir verða spældir í morgin, sum er flaggdagin 25. apríl.

 

Tríggir av teimum fýra dystunum í dag byrja klokkan 17:30. Á Eiðinum í Vági bresta FC Suðuroy og TB saman, Inni í Dal á Sandi fær B71 vitjan av AB, og á Hoyvíksvøllinum tekur FC Hoyvík ímóti Víkingi. Fjórði dysturin verður á Djúpumýru í Klaksvík klokkan 18:30, har KÍ og HB hittast.

 

Í morgin, flaggdagin 25. apríl, verður lagt frá landi klokkan 15:00, tá B68 og ÍF møtast á Svangaskarði. Klokkan 17:30 spæla EB/Streymur og 07 Vestur við Margáir, og klokkan 19:00 fær B36 vitjan av Skála.

 

Aftaná dystin í Gundadali verður farið undir lutakastið til fjórðingsfinalurnar, sum eru á skránni hósdagin 9. mai. Lutakastið verður víst beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum.

 

Lutakastið til fjórðingsfinalurnar verður á Rás 1 í Televarpinum hóskvøldið - Mynd: www.FSF.fo