Lutakastið til hálvfinalurnar

Nú er greitt hvør skal spæla móti hvørjum í hálvfinaluni í Capital One Cup

Lutakast hevur verið til hálvfinalurnar í Capital one Cup í Onglandi. Liverpool og Chelsea møtast í aðru hálvfinaluni, meðan Tottenham skal spæla móti Sheffield United úr triðj bestu deildini.

 

Les eisini: Raheem Sterling sendi Liverpool víðari

 

Liverpool og Chelsea hava ein ríka søgu av innanhýsis dystum síðani ávíkavist Rafael Benitez og José Mourinho tóku við í fløgunum í 2004. Her hevur talan verið um alt frá Champions League hálvfinaluni í 2005 til FA Cup finaluna í 2012.

 

Tottenham hevur á papírinum fingið tað lættasta lutakastið. Teir skulu yvir tveir dystir vinna á Sheffield United úr triðj bestu deildini fyri at koma í finaluna.

 

Les eisini: Sheffield stóð fyri sensatiónini

 

Dystirnir eru fyribils lagdir til viku 4 og 5, sum er síðast í januar. Talan er um tvær uppgerðir, har liðini skiftast um at hava heimavølli. Liverpool og Tottenham hava heimavøll í fyrru hálvfinaluni.

 

Capital One Cup hálvfinalur:

Liverpool – Chelsea

Tottenham - Sheffield United