Luttøkan í borðtenniskappingini tvífaldað síðani í fjør

Borðtennis: Fyrsta umfar av landskappingini í borðtennis varð hildið um vikuskiftið suðuri í høllini í Trongisvági. 71 lið eru meldað til í ár, og er hetta meiri enn tvífalt talið av liðum í fjør

Í vár fór Borðtennissamband Føroya undir eitt tiltak til tess at økja um áhugan fyri borðtennis kring landið. Tiltakið gekk út uppá at vitja í bygdum og økjum, har einki borðtennis framman undan er, og har royna at kveikja áhugan fyri hesi ítróttargrein.

Tiltakið er enn á byrjunarstigi, men annað av feløgunum, ið vitjað var, er Royn í Hvalba. Har gjørdist undirtøkan so góð, at felagið til kappingina í ár hevur meldað ikki minni enn 17 lið til. Hetta er meiri enn nakað annað felag, og er Royn tískil størsta borðtennisfelag í landinum ­ eftir at hava virkað innan hesa ítróttargrein í bert fáar mánaðir.

Og úrslitið hjá felagnum í fyrsta umfarinum í landskappingini í ár vísir greitt, at ongum tørvar at óttast fyri avsmurningi, hóast vant hevur verið stutt. Í yngru deildunum sjálvandi. Tí har eru øll meiri ella minni í somu støðu hvat venjing viðvíkur.


Langur leygardagur

Lagt var fyri leygarmorgunin við yngstu deildunum, piltum, smádreingjum, pinkum og smágentum. Byrjað var kl. 9 og framman undan varð mett, at hetta fór at vera liðugt um 1-tíðina. Men ovurhonds stóra luttakaratalið gjørdi, at kappingarnevnd BTSF's eins og øll onnur vórðu tikin á bóli, og leikt var líka til klokkan var farin av 8 um kvøldið. Men hóast hetta, var framvegis neyðugt at bíta umfarið upp í tvey soleiðis, at øll ikki spældu móti øllum, sum vanligt er, men restin av umfarinum má takast til næstu kapping.

Sjálvt um talan sostatt í summum førum gjørdist til kapping í 11 tímar, vóru børnini stak hugagóð. Eisini var stuttligt at síggja, hvussu góð úrslit Royn fekk í yngru deildunum, og vísir hetta, at ongum tørvast at óttast fyri at luttaka, tó at tey kanska nýliga eru byrjað at venja. Serliga í yngstu deildunum, pinkum og piltum, stóð Royn lítið og einki aftanfyri hini feløgini.

Einki er at ivast í, at góða úrslitið hjá Royn hevur eggjað Borðtennissambandinum í at halda fram við arbeiðinum at økja um áhugan fyri borðtennis. Málið er í fyrsta umfari at fáa kappingina at umfata í minsta lagi 100 lið, og tá tað við einum felag hevur eydnast at tvífalda luttakaratalið, má hetta geva góðar vónir frameftir. Eisini um leygardagurin í hesum førinum gjørdist heldur langur.


Størri kapping í meðaldeildini

Stóri trupulleikin í løtuni innan borðtennis er, at lopið frá teimum bestu ­ meistaradeildini ­ til teir næstbestu er alt ov stórt. Føroyskt borðtennis hevur nú í mong ár havt eina elitu og eina (ov lítla) breidd, men gloppið harímillum hevur verið risastórt.

Átrokandi neyðugt hevur tí verið at bøtt um hetta, og eisini her hevur BTFS sett skjøtil á. Men avgjørt er at seta megina inn í yngru deildunum, tvs. smádreingir-dreingir, so helst fara eini 3-4 ár at ganga, áðrenn ein nýggj elita tekur við.

Við hesum í huga var eisini sera spennandi at síggja, hvussu vitjanin hjá BTSF í Vágunum fór at hilnast, tí har var stóra luttakaratalið í aldrinum 16-20 ár. Tíverri var SÍF ikki umboðað í fyrsta umfarinum í Trongisvági, men BTSF vónar, at felagið kemur við til næstu kappingina, sum verður ein opin kapping seinast í hesum mánaðinum.

Kortini vísti tað seg, at luttøkan í meðaldeildini er væl størri í ár enn í fjør. Seinasta kappingarár vóru bert 3 lið við, meðan tað í ár vóru 6 lið, sum luttóku. Hetta ger sjálvandi kappingina meiri áhugaverda og spennandi.


Kvinnuunglingar fyri fyrstu ferð

Sum nevnt er størsti trupulleikin í bestu deildunum. Elitan innan mansborðtennis telur einar 8 leikarar, og hóast roynt nú verður við 2-mans liðum í meistaradeildini, luttóku bert tvey lið í fyrsta umfarinum. Hetta er eitt lið minni enn í fjør. Sama ger seg galdandi í meistaradeildini hjá kvinnum, har somuleiðis bert tvey lið luttóku.

Hjá kvinnunum hevur tað tó helst havt týdning, at kvinnuunglingadeildin fyri fyrstu ferð luttók í ár. Har vóru trý lið, og gevur hetta jú 5 tilsamans. Høvdu øll hesi luttikið í meistaradeildini, hevði hon verið størri enn kanska nakrantíð.

Men eisini her var mett, at lopið frá gentum upp til meistaradeild var í so langt ­ kvinnurnar hava ongatíð havt meðaldeild ­ og tí var avgjørt at royna eina kvinnuunglingadeild. Hetta kann frameftir fara at ávirka gongdina rætta vegin.

Men sum heild má sigast, at fyrsta umfarið í FM fyri lið hepnaðist væl, og tað eru nógv ár síðani at útvið 200 luttakarar eru savnaðir saman um eina borðtenniskapping.