Álvarssamt tokóhapp í Svøríki

Fleiri fólk fingu skaða, tá eitt tok rendi á ein kranabil á tokstøðini í Kimstad. Tokið var á veg úr Stockholm til Keypmannahavnar, og danska uttanríkisráðið sigur, at 15 danir, 13 børn og tvey vaksin, úr einum kurvabóltafelagi í Hørsholm vóru í tokinum. Tvey av børnunum hava fingið snuddir og heilaskjálvta.

Svenska sjónvarpið sigur, at minst eitt fólk hevur fingið álvarssaman skaða, og at minst tíggju fólk eru flutt á sjúkrahús.

Umleið 250 fólk vóru í tokinum.