Høvið og karmarnir kundu neyvan verið betri: ein gomul jarnsmiðja niðri á havnini í Hafna-firði í Íslandi í nýggjum hami sum leikhús. Inni í gomlu smiðjuni er pallurin settur fyri fyrstu leikuppsetingini av aldargomlu søgnini "Úlfhams søga - beint frá hjartanum". Tað er hálvføroyska Maria Ellingsen úr Vági, sum hevur leikstjórnað, meðan Eivør Pállsdóttir hevur gjørt tónleikin til Úlfhams søgu, sum í hesum døgum rúnarbindur áskoðarnar í nýggja Hafnafjarðar Leikhúsi.
Óspilt náttúrubarn
"Eivør gevur áhoyranum gásahúð"
Morgunblaðið
Samstarvið millum Mariu Ellingsen og Eivør Pállsdóttir byrjaði fyri einum ári síðani, tá Maria var í Føroyum á eini sjónleikararáðstevnu. Maria hevði tá arbeitt við Úlfham-ætlanini í tvey ár og leitaði framvegis eftir tí rætta tónleikaranum, sum kundið skapa tað heilt serstaka huglagið, hon ímyndaði sær til leikin
? Tað skuldi vera ein serlig blanding av onkrum náttúrukendum, gandakendum og eksperimenterandi, men kortini ikki ov kompliserað, sigur Maria, sum sjálv illa dugdi at sera orð á, hvat hon meinti við. Inntil fyri einum ári síðani, tá hon var á eini kirkjukonsert í Føroyum, har Eivør sang og spældi nøkur løg
? Í tí løtuni, eg sá og hoyrdi Eivør í kirkjuni, visti eg, at eg hevði funnið rætta tónleikaran. Eivør hevur júst hasa løgnu blandingina av nøkrum óspiltum og gandakendum, har røturnar í føroysku náttúruni ongantíð lata seg fjala, sigur Maria.
Um somu tíð hevði Maria eisini funnið fram til ein finskan dansara, sum er kendur fyri at dansa úti í skógini í myrkri. Og saman við teimum 10 leikarnum, sum longu vóru klárir yvri í Íslandi, var pallurin nú settur til Mariusa nýggju og heldur øðrvísi útgávuna av gomlu íslendsku søgnini um Úlfham.
Tabu søgn
Hetta er fyrstu ferð hendan søgnin er sett upp sum sjónleikur, og tað heldur Maria hevur sína serligu orsøk.
? Í fyrstuni helt eg tað vera eitt sindur løgið, at so fáir íslendingar tóktust at kenna søgnina um Úlfham. Tað kundi sjálvandi vera, tí hon at bara er at finna í gomlum rímum, men hinvegin finnast tað jú nógvar aðrar íslendskar sagnir, sum bara eru varðveittar í kvæðum og rímum, men sum tey flestu kenna kortini. Sjálv havi eg illgruna um, at íslendingar hava "gloymt" søgnina um Úlfham við vilja, tí tað slepst ikki undan, at hon jú snýr seg um blóðskemd, greiðir Maria frá.
Søgnin um Úlfham er søgan um kong Hálvdan, sum verður gandaður, so hann á hvørjum vetri verður hamskiftur til úlv, og tí ikki kann ráða yvir sínum ríki hesa árstíðina. Sum frá líður troyttast valdssjúka kona hansara, drottning Hildur, av honum. Hon drepur kongin og býður soninum Úlfhamur kongaríki við teirri treyt, at tey bæði giftast. Men Úlfham sýtir og flyggjar inn í skógin saman við sínum trimum brøðrum.
Drottning Hildur gerst í øðini og gandar teir allar. Ein doyr ein brádligan deyða, tveir gerast ásttiknir í tveimum fuglum, sum teir verða dømdir at elta í allar ævir. Og Úlfhamur hvørvur nak-in inn í grøvina hjá trøllkvinnuni Vørnd, og kann aldrin koma út aftur, uttan so at ein kvinna vil fara í hansara stað.
Eftir eitt langt stríð millum óndar og góðar kreftir, kemur kvinnan Ótta at enda og loysir Úlfham úr gandinum við sínum kærleika og fer í hansara stað í grøvini. Saman við systir síni Dagbjørt og beiggja Óttu loysir Úlfham fulgarnar úr gandinum, so tær verða kvinnur aftur og kunnu sameinast við brøðrunum hjá Úlfham. Og saman eydnast tað teimum umsíðir eisini at fríða Óttu úr grøvini. Javnvágin verður soleiðis endurskapað, sum tað sømir seg við einum fýr-faldaðum brúdleypi.
Álvagentan Eivør
Søgnin um Úlfham er á tremur við øllum tí, ein leikstjóri kann ynskja sær, heldur Maria - ikki minst, tí dramatisku hendingarnar geva eina ørgrynnu av møgu-leikum at spæla sær við ljóði, tónleiki og dansi. Her berjast rættvísi og fyrigeving móti hevnd og óndskapi, tað góða og fríska móti tí valdssjúka og hatursfulla, og inn og út ímillum stóru søgurnar spinna ein røð av kærleikssøgum seg, sum til end-an tryggja, at tað góða vinnur í eini blanding av Ringanna Harri og Romeo og Juliet.
Tað er tónleikurin í leikinum, sum slóðar fyri, hvørja ferð ein nýggj vend er í søgugongdini, og til at greiða frá hesum, traðkar Eivør sjálv inn og út úr leikinum sum syngjandi frásøgukvinna, og tekur á tann hátt áskoðaran við sær inn í loyndarfulla heimin hjá Úlfham og øllum hinum. Tí er tað ikki so løgi, tá eitt av íslendsku bløðunum skrivar, at Eivør rætt og slætt ber leikin uppi. Umframt røddina hjá Eivør, og kórið av leikarum, sum Eivør sjálv hevur vant, eru einastu ljóðførini trummur og guitar, sum saman skapa soul-kendu rytmurnar, sum eyðkenna tónleikin. Samstundis hevur Eivør eisini ein leiklut í leikinum sum tann góða álvagentan, sum hjálpir og troystar, tá vónloysi er um at fáa valdið.
Úlfham til Føroyar
Nú Úlfhams søga hevur verið spældur í eina tíð, er tað ein væl nøgd Maria Ellingsen, sum kann seta seg afturá og taka samanum.
? Eg eri væl nøgd og sera errin av øllum teimum, sum hava lagt so stóra orku í leikin. Hugskotið til uppsetingina var nýtt og øðrvísi, men nú leikurin er veru-leiki, prógvar tað bara, at tað loysir seg at eksperimentera, sigur Maria, og leggur afturat, at gongur alt eftir ætlan, fáa føroy-ingar eisini høvi at síggja Úlfhams søga komandi ár. Enn er alt ikki komið uppá pláss, men í løtuni er tað nógv, ið bendir á, at føroyski/íslendski sang- og sjónleikurin verður at síggja á Listastevnuni í septembur mánað.