Lýggjari aftur í komandi viku

Køld luft liggur komandi dagarnar yvir Føroyum, men sum næsta vika líður fer lýggjari luft at troka seg inn yvir oyggjarnar úr suðri

 

Fríggjadagin veðrur gul til stívt andvsgul av vestri og útnyrðingi, sum seinnapartin snarar í ein norðan og útnyrðing og øtlar upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Samdrigið og ælaveður, møguliga heglingur ella vátaslettingur. Hitin millum 3 og 6 stig. Út á kvøldlið og leygarnáttina makar hann vindin niður í gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s. Okkurt ælið og hitin millum frostmarkið og fimm hitastig.

 

Leygardagin verður lot til andøvsgul av ymsum ættum, 2 til 7 m/s. Onkur sólglott, men eisini okkurt ælið, sum kann gerast vátaslettingur ella kavi. Hitin alt samdøgrið millum frostmarkið og fimm hitastig.

 

Sunnudagin verður lot til andøvsgul av ymsum ættum, 2 til 7 m/s, sum frá líður mest av útsynningi. Okkurt ælið, í støðum vátaslettingur, men eisini sólglottar. Hitin millum 2 og 7 stig.

 

Mánadagin verður lot til andøvsgul av ymsum ættum, 2 til 7 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar. Um kvøldið og náttina øtlar hann vindin og verður gul til stívt andøvsgul av landsynningi. Yvirhøvur turt, men skýggjað. Hitin alt døgnið millum 3 og 8 stig.

 

Týsdagin og mikudagin verður gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s. Skýggjað og yvirhøvur turt, men út á seinnapartin kanska regn av suðri. Hitin upp í 6 til 10 stig.