Lygnir

Eitt motto ávísur maður verður siteraður fyri at brúka í síni valdstíð var hetta ?Sig eina lygn nóg ofta, so trúgva fólk henni til endan?. Og tað er júst somu mannagongd ávísir bólkar nýta í hesum døgum fyri at steðga fullveldisætlanini. Hetta kann óiva geva politiskan løtuvinning, men ikki meir. Tað, sum byggir á lygn, endar aldrin væl. Tí tann sum byggir á lygn, verður etin upp av síni egnu lygn.

Føroyingar eru nú so nær við tað aldargamla málið um, at í Føroyum skulu føroyingar ráða, sum vit ikki hava verið síðani 1946. Vónirnar eru bjartar, útlitini eru góð. Vit hava einki at ræðast. Vit kunnu um bert vit vilja!

Men tað eru nøkur, sum byggja sítt politiska lív á júst tað øvugta: Vónloysi, ræðslu, viljaloysi. Vit kunnu einki, og vit klára onki, - og tí er tað, at onki skal broytast. Vit skulu ikki hava evsta valdið heima hjá okkum sjálvum. Nei, danir skulu hava tað, teir skulun ráða og afturfyri skulu vit liva av donskum pengum.

Hesi, sum hetta siga, hava tað ikki gott í hesum døgum, tey hava ongar sakligar grundgevingar fyri, hví danir skulu hava evsta valdið yvir landið okkara. Tey standa nakin!

Og hvat er tá til ráða at taka? Hvat er neyðugt fyri at ræða føroyingar frá at reisast sum fólk?

Jú - lygnin! Eru ongi sannindi, sum kunnu sannføra fólkið, so lúgva vit. Javnt og samt.


Lygn omaná lygn:

Millum tær lygnirnar, sum vórðu borðreiddar fyri føroya fólki í bløðunum farna leygardag, vóru hesar:


? Tey umleið 60 fólkini, sum hava skrivað Hvítubók hava ikki verið óheft. Tað er lygn.


? Tær búskaparligu útrokningarnar byggja bert á tey farnu fimm árini. Tað er eisini lygn.


? Tað kostaði 14 milliónir at skriva Hvítubók. Tað er eisini lygn.


? Kunningarfundirnir um Hvítubók eru einsíðug propaganda. Tað er eisini lygn.


? Fullveldislandsstýrið vil offra tey veikastu í samfelagnum. Tað er eisini lygn.


Hetta eru bara nøkur dømi um lygnirnar - ein dag. Soleiðis verður ein heil bylgja av lygnum um fullveldisætlanina skolað út yvir Føroya fólk.


Lygnin etur seg sjálva upp

Allar kanningar vísa, at føroyingar kunnu klára seg við fullveldi, um bert vit vilja. Hetta er sjálvsagt herkin biti at slúka hjá teimum, sum politiskt liva av at júka niður í føroyingin, at hann einki nyttar, einki kann og einki klárar.

Einki er so ræðuligt fyri hesi fólk sum bjartar vónir, góð útlit og stórir møguleikar. Teirra politiska grundarlag er jú ómegdin hjá føroyingum, og tey kenna seg kroyst av, at føroyingar eru vónríkir. Tey eru niðurboygd av góðum útlitum. Tey ræðast teir stóru møguleikarnar. Tey síggja, at tað, tey hava bygt sína politisku tilveru á, ikki er rætt.

Teirra trupulleiki er, at føroyingar kunnu! Føroyingar klára! Føroyingar nytta! Og tað er sjálvsagt tað, sum fær hesi fólk at taka til lygnina. Mangt verður jú í neyðini nýtt.

Men tað, at brúka lygnir, er ikki nøkur gongd leið. Tann politikkur, sum byggir á lygn, endar aldrin væl. Tann, sum byggir á lygn, verður til endans etin upp av síni egnu lygn.



Annita á Fríðriksmørk

Tingkvinna Tjóðveldisfloksins