Komandi árið skal Mogens Lykketoft, fyrrverandi danskur ráðharri og núverandi fólkatingsformaður, stjórna aðalfundinum hjá ST.
Hann var tilnevndur embæti av donsku stjórini og í novembur fekk hann stuðul frá vesturlendska bólkinum í ST. Í farnu viku varð hann valdur til formann uttan mótvalevni.
Mogens Lykketoft sigur við danska blaðið Berlingske, at hann vónar at seta síni fingramerki á ST, og hann fær nokk at gera. Komandi tíðina skal ST seta nær nýggj mál fyri, hvussu felagsskapurin komandi 15 árini skal basa fátækadøminum, hvussu ójavnarnir í samfelagnum skulu minkast, og hvussu náttúran skal verjast móti veðurlagsbroytingum og dálking.
- Tá aðalfundurin fer til verka 15. septembur, skulu vit seta nýggj mál fyri burðardyggari menning fram móti 2030. Hvussu basa vit ovurhonds stóra fátækadøminum, sum vit tíbetur hava minkað við eini helvt seinastu 15 árini? Hvussu kunnu vit útruddað fátækadømi á ein hátt, sum bæði er sosialt og umhvørvisvinarliga burðardygt? Hetta hevur sjálvandi tætt tillknýti til stóra kjakið um umhvørvisbroytingar, og tí verður toppfundurin í París í desembur um veðurlagsbroytingarnar avgerandi fyri at vísa, um heimurin nú veruliga er sinnaður at fara til verka í hesum stórmálum, sigur Mogens Lykketoft við Berlingske.
Mogens Lykketoft, sum varð afturvaldur í fólkatingið hósdagin, fer nú í farloyvi frá starvinum sum formaður í fólkatinginum, men sigur samstundis, at hetta ikki er eitt farvæl til danskan politikk, hóast hann nú er vorðin 69 ára gamal.
- Í septembur komandi ár komið eg aftur í fullari styrki, sigur hann.