Lykketoft helst nýggjur formaður

Mogens Lykketoft váttar, at hann stillar upp sum nýggjur formaður hjá danska Javnaðarflokkinum

So skjótt tað frættist, at Poul Nyrup Rasmussen fer at leggja frá sær, var heitt á Mogens Lykketoft, fyrrverandi fíggjar- og uttanríkisráðharra, um at stilla upp sum nýggjur formaður.
Fyri Danmarks Radio váttar Mogens Lykketoft, at hann er biðin um at stilla upp.
? Eg eri biðin um tað, og eg stilli upp fyri at royna at savna flokkin um at taka upp stríðið við borgarligu stjórnina. Nú mugu vit so síggja, hvussu leikur fer. Landsfundur verður í næsta mánaði, og tað er sjálvsagt landsfundurin, sum skal gera av, hvør nýggi formaðurin verður, segði Mogens Lykketoft eftir starvsnevndarfundin hjá Javnaðarflokkinum á høvuðsskrivstovuni hjá Javnaðarflokkinum á Thorvaldsensvej á Frederiksberg gjáramorgunin.
Hann vísti samstundis aftur, at hann bert verður fyribilsformaður.
? Vit eru øll deyðilig, men eg havi góða heilsu, segði hann.
Hann segði eisini, at Javnaðarflokkurin ikki stendur fyri stórum politiskum broytingum við honum við róðrið.