Lyklaleikarar leingja í Klaksvík

KÍ hevur í dag longt um sáttmálan við tveir av sínum avgjørdu lyklaleikarum. Leikararnir, ið talan er um, eru serbisku Deni Pavlovic og Semir Hadzibulic. Hetta skrivar Norðlýsið í kvøld.


33 ára gamli Semir Hadzibulic hevur síðani 2016 verið ein snúningsdepil á miðvøllinum hjá KÍ, meðan 25 ára gamli Deni Pavlovic hevur staðið sterkur í verjupartinum hetta fyrsta árið í Klaksvík.


Sambært Faroesoccer, so hevur Semir Hadzibulc spælt tilsamans 82 dystir í KÍ-blusuni, har hann hevur skotið 10 mál. Deni Pavlovic hevur spælt 22 dystir og skotið fýra mál.


Nýggju sáttmálarnir hjá teimum báðum er galdandi til og við 2020.