Lyklaspælarar halta ella eru leikbannaðir

Undan lyklauppgerðini í botninum er tað greitt, at fleiri av teimum, sum hava verið við til at manna liði bæði í Klaksvík og á Sandi ikki vera við sunnudagin

Fótbóltur

 

Sonn lyklauppgerð verður í Klaksvík sunnudagin. Sandoyingar fara at vitja, og tað er greitt, at møguligur tapari fer at vera sera illa fyri í kappingini um at sleppa undan niðurflyting.

Tríggir spælarar, sum plaga at vera við til at manna hesi bæði liðini, eru hesa ferð leikbannaðir. Hjá KÍ er talan um Milic Curcic, sum hevur verið álitið í miðverjuni, og hjá B71 eru tað Símin Hansen og Mikkjal Hentze, sum hava ov nógv gul kort á kontini.

Á plusssíðuni hjá báðum pørtum telur tað, at leikarar, sum síðsta sunnudag vóru uttanfyri orsaka av skaða, eru tøkir aftur. Hjá KÍ snýr tað seg um Heðin á Lakjuni, og hjá B71 er tað málverjin Símun Rógvi Hansen.

Toppskjúttin hjá KÍ, Rodrigo, verður neyvan tøkur sunnudagin. Hann royndi at spæla ímóti B36, og hann hevur ikki vant saman við hinum í hesi vikuni. Tað hevur Rógvi Jacobsen heldur ikki. Tað er ein møguleiki fyri, at hann verður á vøllinum, men tað er greitt, at hann er ikki hundrað prosent.

Í Klaksvík eru tað fleiri aðrir spælarar, sum hava smávegis snuddir. Eitt nú Kristoffur Jakobsen, sum longu eftir hálvan tíma ímóti B36 varð tikin av vøllinum.

Bæði liðini hava 21 stig. Tað eru trý stig aftur til Skála, og tað eru fimm stig fram til ÍF.

Skráin hjá KÍ í fýra teimum síðstu umførunum er B68 (ú), ÍF (h), NSÍ (h) og Víkingur (ú). Skráin hjá B71 í fýra teimum síðstu umførunum er B36 (ú), B68 (h), Víkingur (h) og ÍF (ú).

KÍ og B71 hava dystast tvær ferðir fyrr í ár. Tá ið tey hittust í Klaksvík 30. apríl, vann KÍ 2-1, eftir at sandoyingar beinanvegin høvdu lagt seg á odda. Tá ið tey hittust á Sandi 29. juni vann heimaliðið 2-0.

- Vit spæla hvørja ferð fyri at vinna øll stigini. Tað liggur ikki til okkara spælarar at halda seg aftarlaga á vøllinum. Higartil hevur tað hvørja ferð eydnast at spæla okkum til málmøguleikar, men tølini vísa, at úrtøkan ikki hevur verið serliga stór. Hetta saman við tí veruleika, at 41 mál eru farin ígjøgnum er orsøkin til, at vit nú stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting, er staðfestingin á Sandi.

Trýstið á klaksvíkingum er ivaleyst størri, enn tað er á sandoyingum. KÍ hevur verið í fremstu røð, síðani tað í 1942 varð farið undir FM kappingina.

Í trimum teimum seinastu umførunum hevur KÍ einki mál skorað, og tá ið teir, sum skulu manna fremstu ódnirnar, eru rættuliga ivasamir, er spurningurin, hvussu tað verður við møguleikanum at skjóta málini.

- Vit eru fullgreiðir yvir, at avrikið ímóti B36 ikki var nakað at reypa av. Avbjóðingin, sum stendur fyri framman, er ógvuliga avgerandi, og tað eigur at siga seg sjálvt, at vit leggja alla orku í, er staðfestingin úr Klaksvík.

Bæði í Klaksvík og á Sandi verður undirstrikað, at uttan mun til úrslitið sunnudagin, so verður nógv eftir at spæla um.