Støðan týsdagin 17 nov. var, at einir 8000 seðlar vóru latnir út. Helst eru tað fleiri, sum hava tikið meira enn ein seðil, men hvussu nógv hesi eru, ber ikki til at siga. Einir 850 seðlar eru komnir inn aftur og svarar tað til góð 10% av seðlunum, sum eru latnir út. Hesi vera so við í lutakastinum um at vinna eina áfylling av bensini ella olju fyri 300, - kr
Annars eru einir 17.000 bilar í øllum landinum, so um allir bilar skulu vera við í kanningini mugu fólk gera skjótt av, tí at høvi at fáa kanningarseðil er bara til nú sunnukvøldið hin 22. nov. (og tá fer politiið, sum fráboðað at gera eitt serligt átak at kanna bilar.)
Spurt var eisini um, hvussu gekk hjá bensin- og oljusølustøðunum at flýggja kanningarseðlarnar út og, hvussu fólk tóku í móti teimum. Samanumtikið ljóðaði, at fólk taka undir við átakinum, og at tey halda, at tað er gott at fáa eina áminning um at kanna um lyktirnar eru í lagi. Summi fara beinanvegin útum at kanna ljósini á bilinum og um alt er í lagi, seta tey so kross í kassarnar á spurnarseðilinum og lata hann inn til støðina. Onnur fara avstað og koma so við seðilinum dagin eftir. Men tað eru eisini summi, sum fara meira lætt um og krossa av við diskin, uttan at hyggja eftir um hetta nú veruliga passar. Tey siga t. d. at bilurin var til kanning hjá Bileftirlitinum í summar, og so man hann vera í lagi nú eisini.
Annars ljóðar, at sølan av perum er økt síðani átakið fór í gongd. Fleiri støðir veita ta tænastu at seta perurnar í fyri fólk. Ofta eru tað eldri fólk, sum biðja um hesa tænastu.
Nøkur eru, sum halda at lyktakanningarnar, sum vóru fyrr, vóru betur. Tá vóru bilarnir blivu kannaðir á verkstøðunum - og at tað er ov nógv at krevja av fólki, at tey nú sjálvi skulu kanna um lyktirnar eru í lagi.
Til hetta er at siga, at lyktakanningarnar, sum gjørdar vóru fyrr, sjálvandi høvdu sína positivu ávirkan og nógv fingu ljósini rættað. Hinvegin var luttøkan til hesar kanningar mangan lítil - oftast var luttøkan millum 20 og 40% av bilunum. Standandi spurningurin var so, um tað vóru tey frísku, ið komu til lækna, meðan hini sum veruliga høvdu fyri neyðini at fáa nakað gjørt lótu vera við at fara til verkstøðini at kanna bilin.
Ein annar vansi við gomlu lyktakanningunum var, at ábyrgdin var tikin frá fólki og løgd á verkstøðini, sum eftir at hava kannað bilarnar, jú kvitteraðu við at seta eitt merki í rútin.
Og júst hetta seinast nevnda er kjarnin í lyktakanningini, sum verður gjørd í ár, nevniliga at undirstrika, at tað er bilførarin, sum hevur ábyrgdina av at ljósini eru í lagi.
Onkur hevði tað viðmerking, at tað er ikki heppið at boða frá at politiið fer at gera serligt burtur at kanna bilar aftaná at lyktakanningin er endað.
Hertil er at siga, at ein og hvør bilførari alla tíðir á árinum kann vænta at verða steðgaður av politinum, um ljósini ikki eru í lagi. Men júst fyri at fólk ikki skulu verða tikin á bóli, er skipað fyri hesi lyktakanning, og átakið skuldi verið so mikið væl lýst, at tað skuldi verið løgið, um nakar bilførari í landinum ikki hevur hoyrt um lyktakanningina!
Ein bensinstøðleiðari kom við tí uppskoti, at tað við allar bensinstøðir verður sett ein reflekterandi pláta upp. Tá ið lýst verður á plátuna, síggja bilførarar, um ljósini á bili teirra lýsa - í øllum førum framman. Ein annar møguleiki er at seta eina vatnrætta striku á somu plátu og so kundu bilførarar sæð, um ljósini á bili teirra vóru rætt stillað. Fyri at hetta skal bera til, er neyðugt at okkurt frámerki verður sett á vegin, so rætti avstandur verður í mun til tað vatnrøttu strikuna.
Lyktakanningin' 98 endar sunnukvøldið 22. november, og til tað tíð vera kanningarseðlarnir at fáa á øllum bensin og oljusølustøðunum kring landið. Seinasta freist at lata svarseðlarnar inn aftur til støðir er mánadagin 23. nov. '98
So tú, sum eigur bil, ella vanliga koyrir bil, kanna eftir, um lyktirnar eru í lagi á bilinum, tú koyrir í.
Og tú eigur at gera hetta fyri at fáa trygdina er í lagi, fyri tína skuld og eisini fyri onnur, sum eru á vegnum, sigur Jón Kragesteen, leiðari á Ferðslutrygd.