Tann 10. apríl hevði Lymfødemfelagið aðalfund, og tveir nevndarlimir, Eyðbjørg Djurhuus og Fía í Túni, og Elsa Wolles, tiltakslimur, stóðu fyri vali. Fía í Túni tók við afturvali, meðan Eyðbjørg Djurhuus og Elsa Wolles ikki ynsktu afturval. Úrslitið var, at Harriet Nybo varð vald í nevndina, meðan Eyðbjørg Djurhuus varð vald sum tiltakslimur.
Nevndin hevur skipað seg við Henny Biskopstø sum formanni, Arnhild Johannesen sum næstformanni, Fíu í Túni sum kassameistara, Áslu Stenberg sum skrivara og Harriet Nybo sum nevndarlimi. Tiltakslimir eru Minna á Hædd og Eyðbjørg Djurhuus.
Felagið hevur nú 6 ár á baki og hevur 55 limir.
Til ber at tekna seg sum lim hjá einum av nevndarlimunum.