Má fáa avleiðingar fyri Jørgen Niclasen

Hetta eigur at fáa avleiðingar fyri Jørgen Niclasen.

Tað heldur Kristina Háfoss, sum er talsfólk fyri Tjóðveldi í fíggjarmálum.

Hon heldur, at tá ið Jørgen Niclasen dregur fram, at Føroya Tele klárar at læna pening fyri lægri rentu enn Landsbankin klárar, er tað ein roynd at máa álitið undan Landsbankanum.

Sum vit skriva longur niðri á Portalinum, hevur Landsbankin síðani víst á, at Jørgen Niclasen hevur givið Løgtinginum skeivar upplýsingar, tí tað er skeivt, at rentan hjá Føroya Tele er lægri.

Kristina háfoss sigur, at tey hava fleiri ferðir heitt á løgmann um at røkja sína skyldu. Eftir stýrisskipanarlógini skal løgmaður hava eftirlit við landsstýrisfólkunum og at tað, tey bera fram fyri Løgtinginum, er satt.

Tað fara tey aftur at gera í dag.

Hon heldur, at slíkt eigur sjálvsagt at fáa avleiðingar fyri Jørgen Niclasen.

- Løgtingið má kunna hava fult álit á tí, landsstýrisfólk bera fram, tí tað er sjálvt grundarlagið undir okkara lóggávuvirki.

Tá ið tað vísir seg, at tað, landsstýrisfólk bera fram, er skeiv, má tað sjálvandi fáa avleiðingar og landsstýrismaðurin má skiftast út.

- Men higartil hevur Løgmaður ikki røkt sína skyldu, tí hvørja ferð, andstøðan hevur ført fram, hevur hann vissa um, at hann hevur fult álit á landsstýrismanninum og at Jørgen Niclasen er ikki ein bandittur sum fer at stjala pengarnar hjá landskassanum.

- Og tá ið restin av samgonguni ikki letur við seg koma, hevur andstøðan ongan møguleika.

Vit hava roynt at fáa eina viðmmerking frá løgmanni og frá Jørgen Niclasen, men tað hevur ikki eydnast.