Møguleikar eru at finna olju undir basaltinum

-Tað hevur tí eisini stóran týdning at samstarva um at loysa basaltknútin

Oljuting
Jan Müller
[email protected]


Mikukvøldið skipaði Oljutingið fyri limafundi á Sjómansskúlanum í Tórshavn. Evnið á limafundinum vóru ymsu verkætlaninar hjá felagsskapinum Sindri. Lars Beksgaard, formaður í Sindri, umrøddi tær verkætlanir, sum eru gjørdar ella eru ígongd. Eisini umrøddi hann framtíðar ætlanir hjá felagnum. Lars Beksgaard hevur í nógv ár verið økisleiðari hjá danska oljufelagnum DONG við ábyrgd fyri oljuleiting í føroyska, grønlendska, norska og bretska økinum. Hann hevur eisini umboðað DONG í felagskapinum Føroya Oljuídnaðarbólkur (FOÍB) í fleiri ár.

Umleið 70 fólk møttu til hetta afturvendandi heysttiltakið hjá Oljutinginum. Evnið hesaferð var eittans. Tað snúði seg um, hvussu vit loysa basaltgátuna. Arbeiðið hjá Sindri skal skiljast sum eitt íkast, supplement til tað oljufeløgini gera hvør sær fyri eitt nú at loysa basaltgátuna tvs. at kunna menna tøkni og arbeiðshættir til tess betur at kunna síggja niður gjøgnum basalt, sum finst á einum stórum pari av føroysku undirgrundini.

Hóast nógvar kanningar er støðan framvegis tann, at vit vita enn lítið um eginleikarnar í basaltinum. Til tess at fáa ment vitanina verður arbeitt saman við lærdum háskúlum um alt Europa. Talan er um einar 23 ymsar verkætlanir, sum verða fíggjaðar av teimum 15 oljufeløgunum og Jarðfrøðissavninum. Eitt av endamálunum við hesum kanningararbeiðinum er at útvega og savna saman sokallað basis data, sum oljufeløgini so kunnu brúka í sínum víðari arbeiði. Í hesum sambandi hava boringar í bæði Lopra, Vestmanna og á Glyvursnesi havt stóran týdning fyri at fáa eina betri fatan av hesum torgreidda spurningi. Longu í 2006, tá feløgini fara at bora gjøgnum basalt, fara tey eisini at hava ágóðan av arbeiðinum hjá Sindri. Men miðjað verður móti at fáa til vega vitan, sum uppá longri sikt kann stuðla oljufeløgunum í teirra arbeiði at finna olju og gass í undirgrundini.

Hava góðar vónir
Eftir at Lars Beksgaard hevði greitt frá arbeiðinum hjá Sindri spurdu vit hann, hvørjar vónir hann hevur, nú oljufeløg fara undir at bora tveir brunnar á økjum á landgrunninum, sum eru fjald av basalti. Hann sigur, at neyvan høvdu oljufeløgini farið undir hesar stóru íløgur, um har ikki varð nakað at fara eftir. -Eg loyva mær í hvussu er gita, at oljufeløgini vóru ikki farin at bora gjøgnum basaltið, um tey ikki mettu seg hava góðar møguleikar at finna olju.

Hann er tó eisini samdur við umboð fyri Chevron, sum segði við Sosialin nú um dagarnar, at tað fara at ganga nógv ár, áðrenn basaltknúturin veruliga er loystur. Kanska upp til 10 til 20 ár. Tað veldst tó eisini um, hvussu tjúkt basaltið er. Har eru so eisini nøkur støð á landgrunninum, har tað er lættari at síggja gjøgnum basaltið.

Lars Beksgaard, sum hevur brúkt nógva orku til tess at loysa basaltknútin, heldur at vit í dag kunnu ikki útiloka, at stórar oljugoymslur finnast undir basaltinum og entá langt undir basaltinum.

Møguleikarnir eru har
-Við tí vitan tú hevur um basalt, hvussu stórir heldur tú møguleikarnir eru fyri at raka við olju í teimum báðum komandi boringunum inni á basaltinum?

-Tað er ringt at siga, men møguleikarnir eru har. Trupulleikin er so tann, og tað veit man av royndum, at fyrstu boringarnar í einum nýggjum og ókendum øki geva sjáldan fund alt fyri eitt, men tað nýtist so heldur ikki at merkja, at har er einki. Upplýsingarnar tú fær við eini boring kunnu lættliga bera boð um, at olja er nærhendis sigur Beksgaard, sum sjálvur er realtivt bjartskygdur, tá tað snýr seg um at gera oljufund á føroyskum øki. Tí flestu staðni har borað hevur verið hevur man funnið kolvetnisspor. Tvs. at kring Føroyar finnast keldugrótsløg, sum generera olju. Hetta er altavgerandi fyri at kunna finna olju og gas í einum nýggjum øki. Lars Beksgaard heldur tað eisini vera sera áhugavert, at olja er funnin beint hinmegin markið og sipar her til stóra Rosebankfundið.

Hann telist annars millum teirra, sum halda, at vit mugu gera okkum út við toli, tí hetta kann fara at taka longri tíð, enn man hevði roknað við. Men leggur tó dent á, at enn er einki, sum bendir á, at her bara er talan um negativ viðurskifti, hóast einki veruligt lønandi fund er gjørt enn.

Vitan uppá longri sikt
Hvat heldur Lars Beksgaard so um arbeiðið hjá Sindri. Hevur tað veruliga verið við til at stuðla oljufeløgunum í leitingini eftir olju? Til tað sigur hann, at hóast Sindri hevur 13 ár á baki, so hevur arbeiðið hjá Sindri sum so ikki verið beinleiðis við til at hjálpa stórvegis í sjálvari leitingini eftir olju her og nú. Tað er Sindri heldur ikki ætlað til. Tað er meira ætlað til at kunna fara inn og loysa nakrar trupulleikar eitt nú viðvíkjandi basaltinum uppá longri sikt. Tvs. at skilja hví undirgrundin sær soleiðis út og hvat hon goymir. Tað hevur sjálvandi eisini týdning fyri oljufeløgini og myndugleikarnar at fáa hesa vitan

Sindri byrjaði í 91 og Lars Bæksgaard hevur verið formaður síðani 1992. Royndirnar við Sindri eru, at tað er gott at standa saman og brúka orku uppá felags áhugamál. Hann heldur tað var eitt sera skilagott stig, sum varð tikið við stovnanini av Sindri.

-Lyklaorðið er samstarv og inovatión og at arbeiða uppá longri sikt. Tú setir ikki sum krav, at tú skal røkka úrslitinum eftir stuttari tíð men at tað heldur verður arbeitt miðvíst fram ímóti at loysa mál uppá longri sikt.

At 15 oljufeløg standa saman um Sindri er rættiliga sjáldsamt, tá hugsað verður um, at tað eru myndugleikarnir, sum hava tikið stigið til tað sigur Lars Bæksgaard, sum fegnast um, at so mong fólk høvdu leitað sær at hoyra um arbeiðið hjá Sindri.

Fakta um Sindri og Oljutingið

Sindri varð stovnsett í 2001 av landsstýrismanninum í oljumálum sum partur av leitiarbeiðinum á føroyska landgrunninum. Høvuðsendamálið við Sindri er at standa fyri felags kanningum av føroyska landgrunninum. Aðalmálini fyri hesar kanningar eru at granska í tøkni at síggja ígjøgnum basaltfláir við og kanna jarðfrøðina og kolvetnisskipanina við Føroyar. Øll oljufeløgini, ið eru virkin í Føroyum, eru limir og luttaka í verkætlanunum. Jarðfrøðissavnið er eisini umboðað.

Ein av mest avbjóðandi trupulleikunum oljufeløgini eru komin fram á í Føroyum er, hvussu man skal síggja ígjøgnum basaltfláirnar, sum fevna um ein stóran part av føroyska landgrunninum. Eisini er tað torført at bora ígjøgnum basalt, tí tað er so hart. Tí er eitt av endamálunum at finna háttir betri at skilja basaltið. Millum áhugaverdar verkætlanir, sum eru ígongd, eru SeiFaBa verkætlanin, sum savnar upplýsingar til at gera ein modell til at lesa jarðarløgini undir basaltinum. Fleiri upplýsingar um hetta fáast á heimasíðuni: www.sindri.fo

Oljutingið er ein tvørfakligur áhugafelagskapur fyri einstaklingar og feløg, sum eru áhugað í orku og kanska serliga oljumálum. Felagskapurin hevur umleið 200 limir og hevur 4 tiltøk um árið. Í nevndini eru Regin Hammer, formaður, Tummas Pauli Mýri, skrivari, Louisa A Fjallsbak, kassameistari, Pauli Einarsson og Súsanna Sørensen.