Møguleikar í framtíðini

- Okkara áhugamál verða betri viðfarin við fríum handli enn í eini innilokaðari europeiskari tollunión, sigur Davíð Oddsson.

Seinnapartin mikudag var hildin ráðstevna um vinnumál í Norðurlandahúsinum, har íslendsku uttanríkisáðharrin, Davíð Oddsson eisini helt talu.
Hann greiddi her eitt sindur frá vinnuligu viðurskiftunum í Íslandi, sum hevur havt eitt fíggjarligt, mentanarligt og lutvíst eisini politiskt samstarv við ES-londini gjøgnum EBS-avtaluna.
Her hava tey somu handilsrættindi sum 27 onnur europeisk lond og hava atgongd til eitt marknaðarøki sum fevnir um 500 mió. menniskju.

Betri uttanfyri
Fyri íslendingar er eingin um, at EBS framvegis fer at verða eitt trygt grundarlag fyri sambandi og handli Íslands við Europa.
- Tað eru nógvar orsøkir til at vit so staðiliga hava hildið okkum uttanfyri ES. Ein orsøk er, at vit meta okkara áhugamál verða betri viðfarin við fríum handli við flest møgulig lond kring heimin, enn at verða innilokað í eini felags-europeiskari tollunión, segði íslendski uttanríkisráðharrin.
Hann vísti á, at luttøka teirra í EFTA hevur verið til fyrimunar fyri landið. EFTA hevur fyri stuttum gjørt fríhandilsavtalur við 14 lond, sum ikki eru við í ES.
- Í EFTA tosar ein í løtuni um at gera avtalu við Suðurafrika og onnur lond í hesum heimspartinum. Og í heyst verður ein avtala við Suðurkorea undirskrivað.
- Tað átti tí ikki at komið óvart á, at stór lond ofta ynskja at gera fríhandilsavtalur við EFTA-londini, tí tey standa fyri umleið 2 prosentum av heimshandlinum. Hetta svarar nøkurlunda til sama tal, sum Mexico ger við sínum 100 mió. íbúgvum, vísti Oddsson m.a. á.