Fari at royna at vísa á, at fíggjarpolitikkurin ikki er so haldgóður, sum hann átti at verið, umframt at vísa á eina gongda leið burturúr hesum afturvendandi trupulleika. Eina leið har okkara fíggjarstýring í størri mun, verður løgd í fastar karmar, soleiðis at skiftandi stýri muga halda seg til nakrar greiðar meginreglur. Meginreglur, ið tryggja haldgóðan fíggjarpolitikk, sum minka um neiligu sosialu og fíggjarligu avleiðingarnar.
Týdningurin av einum haldgóðum fíggjarpolitikki
Hevur tað týdning fyri landsins borgarar, at tey sum sita við valdið fremja ein haldgóðan fíggjarpolitikk? Er tað yvirhøvur áhugavert at brúka tíð og orku at viðgera henda spurning? Um vit hyggja at avleiðingunum, so er tað eyðsæð, at tað hevur stóran týdning fyri hvønn einstakan av okkum, at vit hava ein haldgóðan fíggjarpolitikk.
Ein kann byrja við at hyggja at teimum sosialu avleiðingunum, tí tær muga metast at hava størst týdning. Setur landið í verk skipanir, sum landið síðan má niðurlaga, tí landið má skerja, tá rakar tað beinleiðis og ofta meint móttakaran av hesi tænastu. Borgarar, ið áðrenn fingu hjálp til eitthvørt, missa henda stuðul. Um vit fremja ein minni góðan fíggjarpolitikk og hjáárinini verða stór búskaparlig sveiggj, tá rakar hetta eisini sosialt meint. Eitt gott dømi er kreppan fyrst í nítiárunum, sum hevði vanlukkuligar avleiðingar fyri fleiri, og nógv vórðu noydd at flyta av landinum. Um ein hyggur at gongdini hjá nøkrum av evrulodnunum, so er í løtuni sosialur ófriður. Sosialur ófriður skaptur av vantandi haldgóðum fíggjarpolitikki.
Ein onnur avleiðing, ið kann nevnast sosial avleiðing, er ótryggleikin hjá starvsfólki innan almenna geiran. Velur landið at seta á stovn tænastu, sum ferð eftir ferð muga avtakast, tí vit eftir stuttari tíð ikki hava ráð til hesar, tá skapar tað ein óneyðugan ótryggleika millum starvsfólkini innan almenna geiran.
Nakað tað sama kann ein siga, er galdandi fyri veitarar til tað almenna. Velur landið at seta meira virksemi í gongd, tá hjólini frammanundan mala av øllum alvi, muga veitarar yvirbjóða hvønn annan í td. løn og øðrum treytum fyri at fáa orku at lyfta uppgávurnar. Hetta skapar í fyrstu atløgu inflatión, síðan mist kappingarføri mótvegis útheiminum og endar meira enn so við, at hesi somu starvsfólk, sum fingu bjóðað sera góðar treytir, standa uttan arbeiði, tí landið má spara og alt virksemið minkar. Inflatión orsakað av konjukturviðgangandi fíggjarpolitikki, sum millum annað er við til at minka um kappingarføri, ið aftur merkir lægri búskaparvøkstur, er ikki ókent.
Harumframt muga vit ásanna, at ein minni skilagóður fíggjarpolitikkur minkar um álitið hjá lánveitarum, og merkir hetta hægri renta. Ein minni skilagóður fíggjarpolitikkur minkar eisini um íløguhugin hjá okkum sjálvum, men eisini hjá útlendskum íleggjarum. Minkandi íløguhugur minkar um búskaparvøksturin, sum aftur merkir minni vælferð enn annars møguligt.
Um ein ikki sparir meðan tað gongur væl, verður ein avleiðing, at ein ikki hevur nakað at standa ímóti við, tá tað gongur minni væl, umframt manglandi møguleika at standa í móti óvæntaðum stoytum ella, sum langabbi varð vanur at taka til “tann sum ikki sparir, tá ið hann hevur, tekur ikki til, tá ið tað krevur”
Haldi at dømini omanfyri vísa, at serliga, menniskjaligu avleiðingarnar av einum minni haldgóðum fíggjarpolitikki eru neiligar. Ein kundi kanska hildið fram við at vísa á neiligar avleiðingar, men haldi at samanumtikið er myndin greið. Tað er at taka óráð fyri og at gera ilt inn á landsins borgarar ikki at hava ein haldgóðan fíggjarpolitikk.
Hvat er haldgóður fíggjarpolitikkur?
Ein tjóðarbúskapur er ein samansett eind, og tí eru fleiri ymiskir mátar at ávirka tjóðarbúskapin. Tí er spurningurin kanska ikki so einfaldur at svara. Haldi tó at ein, í stuttum, kann loyva sær at lýsa ein “skilagóðan” fíggjarpolitikk, sum ein politikk við átøkum, ið eru konjukturmótgangandi. At fíggjarpolitikkurin er “haldgóður” merkir, at skuldin hjá tí almenna yvir tíð, ikki veksur. “Haldgóður fíggjarpolitikkur” kann soleiðis lýsast, sum ein samanrenning av tveimum treytum.
Hyggur ein nærri at hugtakinum konjukturmótgangandi, so merkir hetta hugtakið ein fíggjarpolitikk, har landið tálmar ferðini á búskapinum, tá búskapurin melur við ov nógvari ferð. Hetta verður gjørt við at taka meiri pening inn, enn landið letur út. Koyrir búskapurin hinvegin við ov lágari ferð og td. arbeiðsloysið verður ov høgt, tá velur landið at økja um ferðina við at lata meira pening út, enn landið tekur inn. Á henda hátt kann landið gagnnýta ta sokallaðu multiplikatoreffektina til at stimbra ella minka um búskapin. Hugtakið er kent frá John Maynard Keynes, sokallaða Keynesian economics.
Sum nevnt, so eru fleiri møguleikar, tá ein skal velja hvørji fíggjarpolitiskt átøk skula fremjast. Er neyðugt at økja um ferðina á búskapinum, kann ein td. velja at økja um ferðina við at gera fleiri almennar íløgur og/ella við at geva skattalættar. Ætlanin er ikki at koma inn á hetta evnið, tí valmøguleikarnir fevna víða. Møguliga kunna vit venda aftur til raðfestingarnar við eitt seinni høvi. Fari tó at vísa á, at tað eru metingar, sum vísa, at ein lægri marginalskattur, heldur enn størri almennar íløgur, hevur jaligari langtíðar árin á búskapin. Hetta evnið verður millum annað viðgjørt í ritið nevnt “Offentlige investeringer eller skattelettelser – hvordan får vi mest vækst for pengene”, skrivað av Jan Roes Skaksen, Jens Sand Kirk og Peter Stephensen.
Hava vit havt ein haldgóðan fíggjarpolitikk?
Hyggur ein í frágreiðingina hjá Búskaparráðnum á vári 2010 dagfest 8. mars 2010, so viðger Búskaparráðið spurningin, haldgóðan fíggjarpolitikk. Í talvu 3.1 og talvu 3.2, sum eru endurgivnar niðanfyri, vísir Búskaparráðið á, at vit í 80’inum høvdu ein konjukturviðgangandi fíggjarpolitikk, og úrslitið var áhaldandi hall á gjaldsjavnanum. Í 90-árunum var fíggjarpolitikkurin eisini konjukturviðgangandi, men nú øvuta vegin, tí samstundis, sum fíggjarstovnar gjørdust varnir, fóru land og kommunur undir skattahækkingar og útreiðsluskerjingar. Sosialu og fíggjarligur avleiðingar merktu flest øll her á landi, og fleiri valdu at stinga í sekkin og rýma. Talva 3.2 vísir ábendingar um, at vit eru við at endurtaka mynstrið í tíðarskeiðinum 2001 og frameftir. Fíggjarstovnar høvdu ein kredittvøkstur, meðan landið valdi at vaksa um útreiðslurnar, tvs. landið valdi at halda ein konjukturviðgangandi fíggjarpolitikk. Árið 2007 er eitt dømi, har fíggjarstovnar økja um útlán, meðan landið økir um aktivitetin. Um sama mundi vísir Hagstovan á, at arbeiðsloysið í desember 2007 er 1,3% av arbeiðsfjøldini. Henda samanrenning vil leggja trýst á búskapin, og merkir hetta millum annað inflatión og mist kappingarføri, sum eru avleiðingarnar av einum konjukturviðgangandi fíggjarpolitikki. Javnvágin millum inntøkur og útreiðslur er brotin eftir 2007, og um verandi gongd heldur fram, har vit hava átikið okkum størri útreiðslur enn inntøkur, vil skuldin byrja at vaksa, og tí er fíggjarpolitikkurin ikki haldgóður. Her skal nevnast, at ætlandi minkar undirskotið í 2011 í mun til undanfarin ár. Átøk verða soleiðis gjørd fyri venda gongdini, men trupulleikin kann verða, at vit blíva noydd at halda ein konjukturviðgangandi fíggjarpolitikk, tí meðan tað privata halda aftur, so ger landið tað sama.
.
Samanumtikið eru greiðar ábendingar um, at heldur enn at halda ein mótgangandi fíggjarpolitikk, so halda vit ein konjekturviðgangandi fíggjarpolitikk og verður hugsað um sosialu og búskaparligu avleiðingarnar, sum eru lýstar omanfyri, so er hetta ein óheppin gongd.
Møguligar loysnir frameftir?
Tá ein leitir eftir loysnum, velur ein ofta at hyggja at, hvørja loysn onnur hava valt, og hvørjar royndir hesi hava gjørt sær. Ein kann tí spyrja, hvat hava onnur gjørt fyri at tryggja ein haldgóðan fíggjarpolitikk yvir eitt longri tíðarskeið? Estlendski fíggjarmálaráðharri, Jürgen Ligi, sum vitjaði í Føroyum mai 2011 vísti millum annað á, at Estland hevur eitt lógarverk, ið forðar fyri halli á fíggjarlógini, og tí hevur landið staðið seg væl í mun til onnur lond í ES. Onnur lond hava eisini lógarverk, tá talan er um fíggjarpolitikk. Norra hevur eitt nú ein búskapargrunn til óvanligar inntøkur og útreiðslur. Eisini vísir Búskaparráðið í frágreiðing sínari frá vári 2010 á royndirnar hjá Nýsælandi, har lóg um ábyrgdarfulla fíggjarpolitiska stýring bleiv sett í gildið í 1994. Stendur tað til evropeiska miðbankan, so verður ein broyting framd í italsku stýrisskipanini, soleiðis at javnvág millum útreiðslur og inntøkur verður eitt krav. Samanumtikið sær tað út til, at ein gongd leið kundi verið at umhugsað eitt lógarverk, ið tryggjaði haldgóða fíggjarpolitiska stýring.
Síðan 1980-árini eru ábøtur gjørdar innan fíggjarpolitisku stýringina. Vit hava til dømis fingið Búskaparskipan Landsins (1996), búskaparskipan fyri kommunurnar (2010), játtanarlógina (2009) og ikki minst búskapargrunnin (2011). Játtanarskipanin og búskapargrunnurin er heilt víst eitt stig rætta vegin. Út frá greiningini hjá Búskaparráðnum má niðurstøðan verða, at neyðugt er við strangum reglum fyri okkara fíggjarpolitikki. Reglum, sum tryggja, at skiftandi leiðslur landsins muga halda seg til nakrar greiðar meginreglur, ið tryggja ein fíggjarpolitikk, sum er konjuktur mótgangandi heldur enn viðgangandi. Harafturat má fíggjarpolitikkurin vera haldgóður, soleiðis at skuldin verður hildin niðri.
Eitt slíkt lógarverk virkar best, um tað er einfalt at handhevja og skilja, samstundis sum tað fevnir um allan almenna geiran, tvs. at kommunurnar muga eisini verða fevndar av lógvarverkinum. Lógarverkið má tryggja, at allar óvanligar inntøkur fara í búskapargrunn, og at peningur úr grunninum, í lítlan mun, kann brúkast til rakstur, men skal brúkast til at rinda skuld við, umframt serlig fíggjarpolitiskt átøk eitt nú ísv búskaparkreppur, tá neyðugt er at stimbra búskapin við at økja um almennu íløgurnar. Við verandi búskapargrunni eru vit komin væl áleiðis, men kanska skuldu vit minkað um møguleikan at taka úr honum. Lógarverkið skal tryggja, at tað áhaldandi er javnvág millum almennu inntøkurnar og útreiðslurnar - í eitt treytað áramál. Lógarverkið skal eisini tryggja, at í hákonjukturi heldur tað almenna aftur soleiðis, at fíggjarpolitikkurin er konjukturmótgangandi, og peningur er tøkur at halda øktari almennari nýtslu uppi í lágkonjukturi. Eitt evsta mark fyri almennu skuldini verður sett sum partur av BTÚ, soleiðis at lánveitarar altíð hava álit á okkara búskapi. At enda átti lógarverkið eisini at staðfest, at viðkomandi, sum hava ábyrgd fyri fíggjarpolitikkinum (landsstýrismaður, fíggjarnevnd osfv.), á ein hvønn hátt, kunna ábyrgdast, um lógin ikki verður fylgd, ella um neyðug átøk at bøta um manglandi javnvág ikki verða framd.
Tað verður ein avbjóðing at fáa ein konjukturmótgangandi fíggjarpolitikk at virka, tað vísa allar royndir. Í óvanliga góðum tíðum, sum koma eftir fleiri ár við viðráki, hevur ein lyndi til at halda, at hetta viðrákið fer at halda á, og tí liggur nógv trýst á politisku skipanini, at brúka meira pening. Eitt trýst sum politiska skipanin ikki klárar at standa ímóti. Soleiðis kemur ein í ta støðu, har útreiðslustøðið liggur oman fyri “miðal konjukturin”, og tá viðrákið vendur til mótrák, tá muga skerjingar gerast, og ein fær konjukturviðgangandi fíggjarpolitikk heldur enn mótgangandi. Tí má eitt møguligt lógarverk um haldgóðan fíggjarpolitikk stuðlast við einum ítøkiligum modelli, sum vísir karmarnar fyri fíggjarpolitikkinum komandi tíðina. Modellið má hava ein trekleika, ið tryggjar, at nýtslan í óvanliga góðum tíðum ikki verður ov stór, men ein kann brúka pening í ringum tíðum. Tó so, um tíðirnar ikki batna, má nýtslan niðurlagast, tí treytin um haldgóðan fíggjarpolitikk, har skuldin, yvir tíð, ikki veksur má haldast. Eitt brúkiligt modell má taka hædd fyri hesum. Sum nevnt, er tað ein treyt fyri at fáa eitt slíkt lógarverk at virka, at lógarverkið er einfalt og lætt at handhevja. Eitt møguligt modell má tí vera einfalt. Ein einfaldur háttur at byggja trekleika inn í modell er at brúka sokallaða “tíðarrøð greining við seinkingum”. Ein kann flokka hetta, sum ein einføld útgáva av “Time Series Analysis” modell, har ein roynir at framskriva eina gongd tilvitað við støði í undanfarnum árum, heldur enn bert at brúka “her og nú” inntøkutøl. Eitt slíkt modell vildi tryggjað, at nýtslan komandi ár var ein samanseting av søguligum tølum og forðar størri broytingum. Sjálvandi kann ein geva loyvi til minni fráviki, men frávikið má ikki verða av týdningi, annars er vandi fyri konjukturmótgangandi fíggjarpolitikki.
Til tess at vísa á hvussu eitt slíkt modell hevði virkað, kann ein seta fylgjandi dømi upp. Vit gera eitt modell har nýtslan fyri komandi ári er ein samanseting av inntøkunum tey seinastu trý árini, og vit velja at viga hesi tølini soleiðis at tey, sum eru nýggjast viga mest, meðan tey, ið eru eldri viga minni. Fyri fíggjarárið 2010 hevði fíggjarætlanin verið ein samanseting av inntøkunum í tíðarskeiðinum 2007 -2009. Vit kunna viga hesi tølini soleiðis, at árið 2009 vigar 40%, árið 2008 30% og árið 2007 vigar 30%, samlað 100%. Gera vit hetta fyri søgulig tøl, høvdu vit fingið eina samanseting, sum er víst í talvu A. Talvan er fyri tíðarskeiðið 2001 til 2010. Talvan byrjar við 2001 og byggir soleiðis á tøl frá 1998 fram til 2009.
Høvdu vit fleiri enn trý ár við í modellinum, tá varð trekleikin størri. Eisini ber til at gera modell, sum hyggja longur fram enn tað eina árið, nakað sum játtanarlógin frá 2009 leggur upp til. Fyri at geva eitt betri yvirlit yvir úrslitið av einum slíkum modelli ber til at seta hetta upp í eina mynd.
Myndin vísir til dømis, at í tíðarskeiðinum 2006 til 2008 hevði modellið virkað konjukturmótgangandi. Veruliga nýtslan liggur á 4,0 mia. í 2007 og 4,5 mia. í 2008, meðan modellið hevði tryggjað, at nýtslan lá áleið 0,5 mia. lægri hvørt árið. Slík modell høvdu soleiðis merkt, at í bestu tíðum tálmaði modellið nýtsluna. Modellið hevði hinvegin til aðrar tíðir loyvt størri nýtslu, hetta er til dømis galdandi í 2009. Myndin tekur sjálvandi ikki hædd fyri tí sannroynd, at um nýtslan minkar orsaka av modellinum, tá hevði inntøkan eisini minkað nakað orsaka multiplikatoreffektini. Samanumtikið vísir myndin, at broytingarnar, yvir tíð, høvdu verið minni og harvið høvdu møgulig sveiggj verið minni til gagns fyri okkum øll. Vit sleppa harvið undan ov stórum neiligum árinum av búskaparsveiggjum. Neilig árin, sum hava bæði sosialar og fíggjarligar avleiðingar.
Modellið, ið her er víst, er bert ein roynd at vísa jaligu ávirkanina av einum slíkum modelli. Møgulig modell, sum skulu brúkast, kunna sjálvandi gerast meira neyv, men harvið verða tey meira torgreidd og torskild. Neyðugt er at viga neyvleikan uppímóti, hvussu torgreitt modellið kann verða, soleiðis at tað verður góðtikið, brúkt og handhevjað.
Niðurstøða
Haldi, at flest øll, sum velja at búseta seg her á landi, vilja hava fleiri av teimum tænastunum, sum eitt vælferðarsamfelag hevur at bjóða, men ein av fyritreytinum er haldgóður fíggjarpolitikkur. Vantandi haldgóður fíggjarpolitikkur hevur bæði stórar sosialar og fíggjarligar avleiðingar við sær. Haldgóður fíggjarpolitikkur ávirkar vælferðina hjá tí einstaka, og tí hevur málið stóran týdning. Í Føroyum hava vit tey seinastu nógvu árini ikki ført ein nóg haldgóðan fíggjarpolitikk, og vit hava kent neiligu árinini av hesum. Ein gongd leið úr hesari afturvendandi naggatódn, er, at vit fremja eitt lógarverk um haldgóðan fíggjarpolitikk. Eitt lógarverk, sum tryggjar, at politiska skipanin megnar at standa ímóti ynskinum um meira nýtslu, tá tíðin er búgvin til at minka um nýtsluna, men hinvegin tryggja at peningur er tøkur at nýta, tá tørvur er á honum.