Sannlíkindini fyri at finna fólk á lívi eftir skriðulopið í Gjerdrum í Noreg minka fyri hvønn tíma, ið gongur. Kortini er tað sambært tilbúgvingartænastuni framvegis vón um at finna fólk á lívið trý samdøgur eftir skriðulopið.
Seinnapartin í gjár var ein persónur funnin deyður í økinum kring skriðulopið í lítla býnum Ask í Gjerdrum kommunu.
Viðkomandi er enn ikki eyðmerktur.
– Vit vilja ikki siga nakað um kyn ella aldur. Hetta er framvegis ógvuliga nýtt, og vit arbeiða framvegis av øllum alvi í økinum, segði Roy Alkvist, átaksleiðari, á tíðindafundi stutt eftir.
Áðrenn hetta fólkið varð funnið vóru tíggju fólk saknað eftir stóra skriðulopið í Gjerdrum, sum leyp mikunáttina.
Løgreglan á staðnum upplýsir fyri norsku tíðindastovuni NTB, at myndugleikarnir ganga út frá, at tann deyði persónurin er ein av teimum saknaðu.
Tey saknaðu eru bæði kvinnur, menn og børn.
Fyrrapartin í gjár vórðu bjargingarfólk send niður til eitt ávíst stað í økinum, eftir at váðametingar søgdu økið vera lutvíst stabilt.
Endamálið var at leita í tí, sum eftir var av einum ella tveimum íbúðum.
Tá myrkið á triðja sinni seig yvir øki seinnapartin í gjár, legði løgreglan dent á, at leitingin heldur fram við somu styrki.
– Myrkið kemur, men tað forðar okkum ikki í at fara víðari við ætlanunum, vit arbeiða við, o g sum vit leggja fyri kvøldið og náttina, segði Roker Pettersen, átaksleiðari.
Bjargingarfólkið á jørðini fer aftur til verka í lýsingini í morgun. Til ta tíð heldur leitingin framvið dronum og hitasøkjandi myndatólum alla náttina.
Seinastu tveir dagarnar eru tveir hundar funnir á lívið í leivdunum.
Sjálvt um sannlíkindini fyri at finna fólk á lívi minka fyri hvønn tíma, so hevur tilbúgvingarmanningin vón um at finna fólk á lívi. Millum annað geva møguligir luftlummar bjargingarfólkunum vón.
– Vit arbeiða alla tíðina út frá tí ástøði at vit skulu finna fólk á lívi. Luftlummar kunnu økja møguleikarnar fyri at koma undan við lívinum, sigur Geir Søndrål, átaksleiðari, við Dagbladet.
Gjerdrum er um 20 kilometrar í ein landnyrðing úr norska høvuðusstaðnum Oslo
/ritzau/NTB