Sigrun Jóhansdóttir Bisp visti, at nýggju lunguni ikki fór at vara í allar ævir. Hon fekk at vita, at miðal livialdurin eftir slíkan vevnaðarflutning var fimm til sjey ár, og tí kom tað heldur óvart á, tá lungavirki versnaði longu eitt ár eftir vevnaðarflutningin.
Í fjør summar fekk hon boð frá læknunum, um at kroppurin vísti nýggju lungunum frá sær.
- Talan er ikki um sokallaða akutta frástoyting. Tá er tað immunverjan, sum sær nýggju lunguni sum eitt fremmandalikam og loypir á. Tað slagið av frástoyting kann viðgerast við heilivági, sum dempar immunverjuna, sigur hon.
Í hennara føri er talan um kroniska frástoyting, og satt at siga er Sigrun Jóhansdóttir Bisp ikki heilt greið yvir, hvat tað merkir.
- Hóast míni nýggju lungu eru frísk og ikki vísa tekin til cystiska fibrosu, so er lungavirki minkað nógv seinastu tíðina. Somikið nógv, at hon nú er verri enn fyrru ferð eg bleiv sett á bíðilista, sigur Sigrun Jóhansdóttir Bisp. Tá hon var niðri til kanningar í síðstu viku, fekk hon at vita, at lungavirki nú einans er 16 prosent. Saman við læknunum tók hon tí avgerð um aftur at fara á bíðilistan eftir nýggjum lungum.
Tí má Sigrun Jóhansdóttir Bisp aftur flyta til Danmarkar og seta seg at bíða eftir einum nýggjum lungum. Útlitini at vevnaðarflytingin skal eydnast, er væl verri seinnu ferð enn fyrru ferð, men kortini av avgerðin løtt at taka.
- Eg havi einki val. Fyrr ella seinni fara hesi lunguni eisini at svíkja. Funktiónin er einans 16 prosent, so nú skal ikki nógv til, fyrr enn eg ikki orki nakað longur. Tað er heldur einki lív. Tí má eg hava nýggj lungu, sigur hon.
Les alla samrøðuna við Sigrun Jóhansdóttir Bisp í Vikuskiftissosialinum.