- Vit hava stríðst við at finna politiska semju um at nýskipa kommunubygnaðin í Føroyum í fleiri ár. Og eg má viðganga, at nú eri eg farin at møðast av hesum, so nú má tað røkka ella støkka.
Tað staðfestir Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum.
Annars er tað ein spurningur, hvussu verið við ætlanin at nýskipa fólkaskúlan.
Fólkaflokkurin hevur kravt, at kommunurnar eisini fáa fólkaskúlan at umsita, men tað kavið er nú afturtikið.
Stór avbjóðing
Tað er serliga Javnaðarflokkurin, sum hevur sýtt fyri at leggja fólkaskúlan undir kommunurnar, tí stúrt verður fyri, at tað fer at føra til, at dygdin í skúlaskapinum verður ójøvn, alt eftir, hvussu kommunurnar eru fyri og, hvussu tær raðfesta skúlan.
Tað hevur Fólkaflokkurin nú boygt seg fyri. Men sum tað sæst í aðrari grein, krevur hann afturfyri, at ongin samanlegging verður, fyrrenn fólkaatkvøða hevur verið í kommununum um tað og meiriluti hevur verið fyri tí.
Tann stóra uppgávan hjá politiska bólkinum er nú at finna semju um, hvussu kommunurnar skulu fíggja tær eyka útreiðslurnar, tær fáa, tá ið tær fáa eldraøkið at umsita.
- Her eru ymsir møguleikar. Tosað hevur verið um eina kommunala útjavningarskipan, men tosað hevur eisini verið um at kommunurnar skulu fáa blokkstuðul til at fíggja eldraøkið og aðrar uppgávur við, sum verða lagdar frá landi til kommunurnar at umsita, sigur Annika Olsen.
Vit hava fleiri greinar um hetta evni í internetsosialinum.