Virðisbrævamarknaður
Petur Holm vísti á, at tað eru skjótt 10 ár síðani, at innleiðandi arbeiðið til ein føroyskan virðisbrævamarknað byrjaði, tá ein bólkur av áhugaðum, sum umboðaðu nøkulunda somu feløg, sum í dag eru partaeigarar í VMF, gjørdu eina frágreiðing um eginpeningsviðurskifti í føroysku vinnunum og um hvussu ein føroyskur virðisbrævamarknaður kundi skipast.
-Arbeiði fram móti einum veruligum marknaði hevur verið drúgvt og langligt og part av tíðini er nærum einki hent, hóast allir partar vóru á einum máli um, at ein føroyskur virðisbrævamarknaður kundi fáa stóran týdning fyri føroyskt vinnulív og føroyskan búskap.
Nú er fyrsta skrásetingin endiliga veruleiki. Langt um langi er tann dagurin upprunnin, sum flestu teirra, ið hava luttikið í arbeiðinum fyri einum føroyskum virðisbrævamarknaði, hava bíðað eftir.
Tillukku
Petur Holm ynskti Atlantic Petroleum tillukku. -Tit eru nú komnir gjøgnum nálareygað og eru vorðnir skrásettir á VMF ella á ICEX og tykkara innsatsur í felagnum verður frá nú av mettur og vigaður í mun til onnur skrásett feløg. Avleiðingarnar av tykkara avgerðum í leiðslu og nevnd fara frá nú av at síggjast skjótt aftur á marknaðinum, har verandi og møguligir komandi partaeigarar, íløgubankar, partabrævagreinarar fara at gera sínar niðurstøður. Men sum nakað nýtt kunnu hesir nógv lættari enn áður fella dóm beinanvegin - á marknaðinum.
Petur Holm helt tað ikki vera løgið, at tað júst er AP, sum er fyrsta felagið, ið er vorðið skrásett, tí Atlantic Petroleum er eitt av heldur fáum føroyskum feløgum, sum hevur altjóða ambitiónir, og sum forfylgir hesum ambitiónum. Og hann helt fram:
-Fyri okkum á Kaupthing hevur tað verið ein heiður og gleði sum limur av ICEX at hava kunna staðið aftanfyri at skráseta Atlantic Petroleum á føroyska virðisbrævamarknaðinum. Serstakliga, tí tað er tað fyrsta felagið. Vónandi verða tað skjótt onnur feløg, sum fylgja hesum. Tað hevur eisini verið ein heiður at standa fyri at skráseta tað fyrsta ikki íslendska felagið á ICEX.
Stjórin í Kaupthing vísti á, at vit eru samlað fyri at feira og heiðra, at AP er vorið skrásett, so er tað týdningarmikið at leggja sær neyvt í geyma, at hetta ikki er endin. At málið fyri Atlantic Petroleum við hesum ikki er nátt. Málið er ikki skrásetingin, men ta, sum ein skráseting kann geva Atlantic Petroleum.
-Tað er týdningarmikið at hava eitt endamál við skrásetingini. Tað hevur Atlantic Petroleum. Teir vilja gera partabrøvini hjá uml. 3.000 partaeigarum umsetilig og harvið sjónliggera ta virðishækking, sum er skapt í felagnum. Men harafturat vilja teir eisini brúka marknaðin til at náa málum um vøkstur.
Skrásetingin í morgun er bara ein innleiðing til eitt størri arbeiði og ikki endin á arbeiðinum, sjálvt um tað at blíva skrásettur er eitt stórt arbeiði í sjálvum sær.
Hyggja frameftir
Nú Atlantic Petroleum er skrásett á føroyska virðisbrævamarknaðinum hevur tað týdning áhaldandi at hyggja frameftir og hava greiðar ætlanir fyri:
?Hvat AP skal fáa burturúr skrásetingini
oLættari atgongd til kapital
oÁhaldandi virðisseting av felagnum og harvið partabrøvunum
oMøguleika fyri verandi partaeigarar at selja síni partabrøv og harvið staðfesta møguligan vinning
oGera felagið meira sjónligt
?At tryggja, at tað gerst lætt at handla partabrøvini
oÍ hesum sambandi hava Atlantic Petroleum og Kaupthing gjørt eitt samstarv, har Kaupthing virkar sum market makari. Tað merkir, at Kaupthing tryggjar, at tað altíð er gjørligt at handla fyri eina ávísa upphædd.
Um AP klárar at uppfylla hesi øki og annars klárar at gera nýtslu av marknaðinum - og tað eri eg sannførdur um - verður skrásetingin, sum nú er hend, eitt týðandi avsett til at uppfylla tær ætlanir, sum AP hevur um vøkstur. Bæði á føroyskum og útlenskum øki.
Sjálv skrásetingin hendir við, at nevndin í ICEX góðkennir eitt prospekt, sum gjølliga lýsir Atlantic Petroleum og virksemið í felagnum. Hetta er eitt rættuliga tíðarkrevjandi arbeiði at greiða úr hondum. Men út yvir hetta skal felagið eisini í aðrar mátar gerast klárt til eina skráseting við at innanhýsis mannagongdir - bæði kravdar og aðrar sum ikki eru kravdar, men sum eru neyðugar fyri at gera felagið áhugavert á marknaðinum - eru uppá pláss. Talan er t.d. um mannagongdir, sum tryggja, at marknaðurin til eina hvørja tíð fær týðandi upplýsingar frá felagnum, áðrenn fjølmiðlarnir fáa teir, at fólk, sum hava eina serliga vitan um felagið - sonevndir insidarar - ikki hava møguleika fyri ótarnaðir at keypa og selja partabrøv í felagnum. At strangari krøv vera sett til rapportering og ger av roknskapum osfr. segði Petur Holm.