16. juli koma Rafik og bróðurin Farhud Bourbiaa til Føroya úr Svøríki, umvegis Danmark.
Bróðursonur teirra, Muhammed Bourbiaa, er á flogvøllinum eftir teimum, og teir koyra til Runavíkar til pizzariaið Rafik’sa, sum Rafik Bourbiaa eigur. Allir partar eru samdir um, at stemningurin har er góður.
Tá latið er aftur, fara teir fýra nevndu og systursonur teir báðar brøðurnar, Tallell Bel-Ackhal, til húsar heim í Søldarfirði. Og her er tað, at frágreiðingarnar skiljast at. Tí meðan Rafik, Farhud og nú fyri ein part eisini Muhmmed Bourbiaa siga, at teir tosa stilt og friðarligt saman, so pástendur Tallell Bel-Ackhal, sum nevnt nú eitt sindur einsamallur, at Rafik Bourbiaa ákærdi teir báðar fyri at hava nápað av kassanum, og at hann krevur peningin aftur, samstundis sum hann gerst í øðini og hóttir við at drepa teir.
Tallell og Muhammed fara síðani til songar. Tallell Bel-Ackhal greiðir í Eystara Landsrætti frá, at hann morgunin eftir ringir til Muhammed, og tá hesin fer at tosa um pass, fer Tallell at leita eftir sínum og varnast, at tað er burtur. Tá gerst hann nærum frá sær sjálvum av ræðslu.
Frágreiðingin hjá Muhammed (og Tallell) var nakað annaðleiðis í Føroya Rætti, tí tá tóktust frágreiðingarnar samsvara við, at Tallell fyrst varnast, at passið er burtur, og síðani ringir til Muhammed og greiðir frá hesum.
Heldur ikki er samsvar um, hvat síðani hendir seinni í pizzarianum. Tallell sigur, at Muhammed letur allar huðrar upp, og sjálvur stendur í einari, meðan Tallell er meiri mitt inni í rúminum. Síðani greiðir Tallell frá, at Muhammed rópar um passið og so knappliga tekur beinini á nakkan, og Tallell síðani aftan á.
Hinir tríggir eru samdir um, at Tallell Bel-Ackhal tosar við Rafik Bourbiaa, tá hann krevur at fáa passini. Júst hvat Rafik svarar er ósemja um, men knappliga rópar Tallell eitthvørt niðursetandi og flýgur á dyr – Muhammed aftaná.
Hvussu er og ikki, so er talan um eitt torskilt mál, sum illa kann loysast við einum pennastroki, og helst als ikki, so leingi Muhammed ikki verður fyrihildin nýggju støðu sína. Og tað verður møguleiki fyri hósdagin 12. mars 2009.